Føroyska skótahjálp til Kambodja

19. til 26. september skipa tær fýra skótarørslurnar í Føroyum fyri Skótahjálpini. Skótahjálpin stuðlar altíð tveimum verkætlanum ?eina føroyskari og eina útlendskari.

Í ár stuðlar skótahjálpin krabbameinsfelagið ?tiltøk fyri børn og ung og barnaskúli í Kambodja.

Kambodja er eitt land sum liggur í Asia.Tað er 4 ferðir størri enn Danmark til støddar og hevur eina langa søgu aftanfyri seg. Angkor, sum í dag er eitt sera spennandi ferðafólkamál, var høvuðsstaðurin fyri Asia í 1200- talinum. Men tað eru serliga hendingarnar frá 1974 til 1979, sum standa í minninum hjá fólki í dag. Hetta var eitt sera myrkt tíðarskeið í søgu heimsins, tí umleið 3 milliónir fólk vórðu myrd og beind av vegnum í Kambodja hesi ár. Tað var Pol Pot, sum stjórnaði landinum saman við Khmer Rouge herinum.

Kirkjuliga Heimamissiónin er farin inn í Kampot-økið at byggja ein stóran skúla, sum skal rúma forskúla, barnaskúla og framhaldsdeild. Sjálvt byggjaríið fer væntandi ígongd í 2010. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur latið USD 45 000,- til grundstykkið og er í løtuni í gongd við at byggja ein garð rundan um stykkið.

Peningaligur stuðul til Skótahjálpina 2009 kann verða settur in á konto Eik 495.687.9 , Føroya Banki 465.521.6, Suðuroyar Sparikassi 405.019.4 og Norðoya Sparikassi 495.280.9.