Føroyska Sjómansmissiónin talvudag

Í sambandi við, at Føroyaska Sjómansmissiónin seinni í summar fyllir 90 ár, gongur talvan fyri sjómansmissiónini í kirkjunum komandi sunnudag

MISSIÓN

Tíðindaskriv

_____________________

 

 

12. august í ár verður Føroyska Sjómansmissiónin 90 ár.

Føðingardagurin verður roknaður frá tí degi, tá ið sjómansstovan á Tvøroyri varð goldin, og fyrsta arbeiðið hjá Sjómansmissiónini byrjaði.

Seinni komu sjómansheim og sjómansstovur í Føroyum, Islandi, Grønlandi og í Danmark.

Sjómansmissiónin hevur roynt at sent trúboðarar hagar, føroysku sjómenninir hava verið. Tað verði seg til Íslands, Grønlands, Bretlands, og Danmark. Í løtuni er bara eitt staðbundið arbeiði uttan fyri Føroyar, og er tað Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík.

Sjófólkið kennir Sjómansmissiónina á ymiskan hátt.

Øll skip oman fyri 100 tons hava fingið bókakassa, skriftstað og dvd sang- og møtisfløgur frá Sjómansmissiónini.

Sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen og Jógvan Højgaard, sum lutvíst eisini er sjómanstrúboðari, vitja skip og bátar um landið. Teir høvdu umleið 450 skipsvitjanir í fjør.

Undan jólum deildu teir umleið 1500 jólapakkar út til sjófólkið, sum sjómanskvinnuringarnir og onnur høvdu gjørt.

Nøkur russisk og donsk skip fingu eisini pakkar.

Alt hetta fjølbroytta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.

Komandi sunnudag gongur talvan fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið.

Hjartans tøkk fyri eina góða 90 ára føðingardagsgávu til arbeiðið, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.