Føroyska samfelagið mist seks milliardir

Tað hevur higartil kosta føroyska samfelagnum minst seks millardir krónur í inntøkum at danska ríkisveitingin til Føroya varð skerd í 2002.

Tað vísti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins á, nú flokkurin hevur landsfund í Fámjin í dag.

Hann segði, at hetta blokkránið, sum hann kallaði tað og sum táverandi samgonga setti í verk, hevur kostað okkum 634 milliónir krónur í inntøkum um árið í dagsins prísum.

Og tá ið samgongan hevði skert ríkisveitingina, legði hon frá sær, uttan at laga samfelagsraksturin til minkandi inntøkurnar.

- Ætlanin var, at vit skuldu brúka hesar inntøkur, sum vit høvdu rætt til, til at menna okkara vælferðartænastum innan heilsumál, almannamál, útbúgvingarmál og mentamál.

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at síðani hava vit kent sviðan av hesi illa umhugsaði avgerð, sum varð tikin, uttan at nakrar fyrireikingar vórðu gjørdar um at laga samfelagsins rakstur eftir minkandi inntøkunum

Hann sigur, at nú verður tað uppgávan hjá hesi samgonguni at tippa hetta holið og tryggja inntøkur aðrastaðni frá.

Á myndini eru tað Edmund Joensen, fólkatingsmaður, vm. og Bárður Nielsen.