Føroyska samfelagið fær tvær milliardir

EYSTUROYARTUNNIL Eysturoyartunnilin er avbera góð íløga fyri føroyska samfelagið. Men ein almennur tunnil er nógv betri forrætning enn ein privatur tunnil, sigur Reimund Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin

- Føroyska samfelagið fer at fáa so stóra nyttu burtur úr Eysturoyartunlinum, at tað svarar til tvær milliardir krónur hesi næstu 30 árini.
Tað sigur Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Á almennum fundi í Runavík leygardagin um Eysturoyartunnilin, hevði hann útrokningar við, sum vístu, hvussu stóra nyttu, føroyska samfelagið fer at fáa burtur úr Eysturoyartunlinum.

Tíð, pengar og slit
Reimund Langgård vísir á, at tað verður trý korter skjótari at koyra ímillum Skálafjørðin og Havnina ígjøgnum Eysturoyartunnilin, enn tað er nú, ella hálvur annar tími báðar vegir.
- Ein, sum er í Havn 200 dagar um árið, fer sostatt at spara 300 tímar um árið, ella sjey fullar arbeiðsvikur.
- Tað eru tímar, viðkomandi kann brúka saman við familjuni, venja eitt dreingjalið hjá NSÍ, ella arbeiða eyka.
- Brúka fólk tíðina upp á at arbeiða eyka hevur tað eitt virði á góðar 30 milliónir um árið, ella eina milliard í 30 ár.
- Taka vit so øll tey, sum væntast at koyra ígjøgnum tunnilin, fara tey at brúka fýra milliónir tímar minni í bili um árið, enn tey gera nú.
Tað sparir samfelagnum fyri 60-70 milliónir í árið í minni sliti á dekk, bilar, vegir og í spardum brennievni, tað svarar til tvær milliardir í 30 ár.
Reimund Langgard sigur, at tá ið vit koyra minni í bili, minkar eisini vandin fyri vanlukkum og útrokningingar vísa, at tað fer at spara tryggingum og heilsiverkinum 16 milliónir um árið, ella 500 milliónir yvir 30 ár.
Tá eru tær menniskjansligu avleiðingarnar av vanlukkum ikki taldar við.

Tvær milliardir
- Sostatt vísa útrokningarnar at samfelagsliga nyttan av Eysturoyartunlinum verður 3,5 milliardir hesi næstu 30 árini.
- Men tunnilin kostar kanska 1,5 milliard at gera tilsamans, so nettovinningurin hjá samfelagnum er tvær milliardir hesi næstu 30 árini, ella næstan 100 milliónir um árið, sigur Reimund Langgard.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, legði afturat, at ímeðan tunnilin er í gerð, verða einar 500 milliónir goldnar í lønum, har helvtin endar í lands- og kommunukassunum, umframt tað avleidda virksemið, hetta kastar av sær

Almennur tunnil nógv betri
Hinvegin ásannar Reimund Langgard eisini, at ein almennur tunnil er nógv betri íløga enn ein privatur tunni.
Sostatt er ein tinglimur úr samgonguni afturat alment komin til ta niðurstøðu, at fyri samfelagið loysir tað seg nógv betri, at Eysturoyartunnilin er almennur, enn at hann er privatur.
Hann sigur, at í einum almennum tunli verður nyttuvirðið nógv betri, heilt einfalt tí at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum hann, og sostatt fara fleiri at brúka hann.
- Størstu samfelagsnyttuna fáa vit við einum almennum tunli, staðfestir hann

Kortini staðfestie hann eisini, at hann hevur ikki trúð upp á, at politiskur meiriluti er fyri einum almennum tunli, tí hevur hann tikið undir við einum privatum tunli.
- Ein privatur tunnil er eisini nógv betri enn eingin tunnil, sigur Reimund Langaard.
Men nú er greitt, at meirilutin undir einum privatum tunli er farið at ridla.
- Fáa vit meiriluta fyri einum almennum tunli, taki eg avgjørt undir við tí.

Neyvan stórt avlop
Hann trýr kortini einki upp á, at Eysturoyartunnilin fer at geva so stórt avlop, at tað klárar at fíggja aðrar íløgur.
- Men hóast landið kanska skal spjaða einar 10 milliónir til tunnilin um árið, er samfelagsnyttan av honum framvegis stór.
- Mett verður, at tað fer at kosta 40 krónur at koyra ígjøgnum ein almennan tunnil. Verður hetta prísurin, fara øll at brúka hann.
- Hinvegin er mett, at tað fer at kosta 80 krónur at koyra ígjøgnum ein privatan tunnil og tað fer at fáa nøkur at setast aftur.
- Fyri hvønn bil, sum ikki vil brúka tunnilin, minkar samfelagsvirðið, sigur tingmaðurin.

Tvey mál
Partamaður hansara, Alfred Olsen vil ikki vita av at tengja ein Sandoyartunnil upp í.
Hann heldur, at skulu vit hugsa um at fáa størstu samfelagsnyttuna av Eysturoyartunnilin, eigur brúkaragjaldið eisini at vera so lágt, sum tilber. Tí skal tað ikki hækkast fyri at kunna fíggja ein Sandoyartunnil.
- Lat okkum loysa Eysturoyartunnilin fyri seg og Sandoyartunnilin fyri seg, sigur Alfred Olsen.