Komandi vikuskifti fer føroyska súkklulandsliðið á venjingarlegu í Danmark. Á skránni verða tríggjar kappingar í Jútlandi. Leygardagin verður koyrt við Silkeborg, sunnudagin, sum er hvítusunnudagur, við Viborg, og mánadagin, 2. hvítusunnudag, verður koyrt við Hammel. Tær báðar fyrstu kappingarnar eru heldur flatar, meðan kappingin við Hammel, hevur nakrar brekkur við á teininum. Allir seks landsliðs súkklararnir verða við í kappingunum, men við tað at kappingarnar eru býttar upp í bólkar, skulu allir ikki koyra saman. Bogi Kristiansen koyrir í besta bólkinum, A-bólkinum, Rógvi Johansen koyrir í B-bólkinum, Gunnar Dahl-Olsen, Sverri Mohr Edvinsson og Jóhann Brend koyra í C-bólkinum og Christian Guttesen skal royna seg í bólkinum sum kallast »begynderklassen«.
Teinarnir sum koyrast skulu, eru ymiskir, alt eftir hvørjum bólki koyrt verður í. Teinurin í kappingini í Silkeborg er 147 km hjá A-bólkinum, 111 km hjá B og C-bólkinum, og 74 km hjá byrjunar-bólkinum. Í Viborg koyrir A-bólkurin 140 km, B og C-bólkurin 100 km og byrjunar-bólkurin 80 km. Og at enda er brekkuteinurin í Hammel 142 km hjá A-bólkinum, 120 km hjá B-bólkinum, 90 km hjá C-bólkinum og 60 km hjá byrjunar-bólkinum.
Endamálið við venjingarleguni hjá teimun heimligu súkklarunum er at fáa venjing í at koyra í stórum bólkum, og er venjingarlegan samstundis eisini ein liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar.
Súkklulandsliðið kemur heim aftur týsdagin.