Føroyska rossið á tingborðið

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskimálum, skrivligan fyrispurning um varðveitslu av føroysku rossunum. Hann spyr millum annað um, hvør hevur til endamáls at varðveita føroyska rossið, og hvørji ítøkilig tiltøk eru sett í verk at fremja hetta arbeiðið.

Helgi Abrahamsen vísir á, at ST hevur lýst 2010 at vera ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, og at løgtingið samtykti sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi í 1993. Ein málsetningur í sáttmálanum er, at í 2010 skal afturgongdin av lívfrøðiligum margfeldi steðga.

Sum dømi um, hvussu skjótt eitt djóraslag kann doyggja út, nevnir Helgi Abrahamsen tey føroysku neytini.

- Tað er bara hálvthundrað ár síðan, at kúgv stóð í nær um hvørjum kjallara í Føroyum, og longu í dag er slagið burtur, sigur hann.

Føroyska rossið var nær við at líða somu lagnu. Bara fýra ross vóru eftir, tá folk av sínum eintingum tóku stig til at bjarga stovninum. Í dag er talið um hálvthundrað, men so leingi, sum tey ikki eru um 200 í tali, má stovnurin roknast at vera hóttur.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, um landsins myndugleikar, í árinum, sum ST hevur lýst sum ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, framhaldandi vilja dúva upp á áhugan, arbeiðssemi og fíggjarliga innsatsin hjá einstaklingum, ella, um ætlanin er at gera eitt átak frá almennari síðu at varðveita føroyska rossið.