Føroyska roknistykkkið ov bjartskygt

Danski forsætisráðharrin vísir á, at eingin møguleiki er fyri, at tað fer at eydnast at fáa 650 milliónir at verða trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni innan 15 ár, tí heldur føroyska modellið fyri skiftistíð ikki

John Johannessen

úr Keypmannahavn


Í sáttmálauppskotinum til donsku stjórnina sigur landsstýrið seg ynskja eina avtalu um fíggjarliga skiftisskipan, ið sigur, at blokkstuðulin skal minkast niður á 650 milliónir um árið, og síðani halda fram til blokkstuðulin er trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Men landsstýrið vísir samstundis í sáttmálauppskotinum á, at tað skal bera til hjá báðum pørtum at siga sáttmálan upp, tá 12 ár eru liðin.

Tí er ikki neyðugt hjá danska statinum at halda fram at veita føroyingum blokkstuðul heilt fram til ta stund, tá 650 milliónir eru vorðnar trý prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Kortini heldur heldur danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, lítið um modellið.

Á vikuliga tíðindafundi sínum í speglsalinum í forsætismálaráðnum týsmorgunin segði hann seg meta roknistykkið sum alt ov bjartskygt, og skuldu føroyingar náa málinum innan 15 ár, skuldi ein ógvuliga stórur búskaparvøkstur til.

Spurninginum, um sjórnin ikki kann góðtaka modellið, tá tað jú ber til at siga sáttmálanum upp eftir 15 árum, bar ikki til at fáa forsætismálaráðharran at svara.


Fara at hyggja

upp á tølini

Poul Nyrup Rasmussen vildi heldur ikki gera stórvegis viðmerkingar til tølini hjá danska fíggjarmálaráðnum, ið løgd vórðu fyri landsstýrið undir samráðingarfundinum fríggjadagin.

Hóast tølini bert vísa á, hvørjar útreiðslur eru av føroyingum ? eisini teimum, sum búgva fast í Danmark, helt forsætisráðharrin, at roknistykkið ikki kundi metast annað enn rímuligt.

? Tað er sjálvsagt best, at vit spæla við opnum kortum undir samráðingunum, og tí haldi eg, at tað var rætt av okkum at leggja hesi tølini, ið fíggjarmálaráðið hevur gjørt, fram, helt Nyrup.

Føroysku tíðindafólkini vístu danska forsætisráðharranum á, at føroyingar halda tølini verða gjørd út frá skeivum fortreytum. Serliga tá einki er nevnt um, at føroyingar, sum búgva í Danmark, eru arbeiðsorka í Danmark, somuleiðis sum teir gjalda skatt.

Men hesum spurninginum vísti Pou Nyrup Rasmussen aftur við at siga seg ganga út frá, at Fíggjarmálaráðið hevði tikið hædd fyri øllum, tá útrokningarnar vórðu gjørdar.

Kortini vísti danski forsætisráðharrin á, at donsk og føroysk embætisfólk fara at hyggja eftir faktuella grundarlagnum hjá báðum pørtum, áðrenn næsta samráðingarfund.

Tó ætla føroyingar sær, sum Sosialurin skilir, ikki at gera nakað serliga nógv við at rokna víðari upp á síni tøl. Føroyingar meta seg hava gjørt eitt so mikið gott forarbeiðið, at tað ikki er neyðugt at rokna umaftur upp á tølini.


Breiður meiriluti hevur týdning

Poul Nyrup Rasmussen varð av donskum tíðindafólki spurdur, um tað er rætt, at hann hevur tryggjað sær breiðan meiriluta í donsku andstøðuni fyri støðu síni í føroyska fullveldisspurninginum.

Hetta váttaði danski forsætisráðharrin, og segði hann, at tað sjálvsagt var neyðugt við breiðum meiriluta í Danmark fyri so álvarsomum máli.

? Eg haldi, at eg hevði svikið fólkið, hevði eg ikki tosað við andstøðuna, segði Poul Nyrup Rasmussen og vísti á, at føroyingar eisini hava ráðført seg við andstøðuna í fullveldismálinum.