Føroyska Nyhavn

Leivur Thomsen
-----

Eg plagi at spáka mær ein túr oman Undir Bryggjubakka. Tað er ein framúr býaruppliving. Har eru vakrir bygningar, nýgjørdur keikantur, básar at selja mat, og útsýni er til bátabrúgvarnar við teimum nógvu ymsu bátunum - ein vøkur og spennandi sjón, man leingi kann dvøljast við. Og so er har góður sólargangur eisini.

Men har er framvegis heldur deydligt. Var tað ikki Kaffihúsinum og Hvonn fyri at takka, var Undir Bryggjubakka, eins og meginparturin av miðbýnum, oyðin. Ein orsøk til hetta er, at veghæddirnar í flestu bygningunum hýsa skrivstovum.

Um veruligt lív skal koma aftur í hetta øki, má Tórshavnar Kommuna onkursvegna arbeiða fyri, at talið av skrivstovum á bryggjuni verður avmarkað. Ein máti kundi verið at farið í dialog við tey, sum eiga bygningarnar, og gjørt avtalu um, at bert ovaru hæddirnar verða brúktar til skrivstovur.

Ein annar møguleiki kundi verið, at Tórshavnar Kommuna veitti stuðul ella lán til umbygging av hølunum, júst sum tá ið Guðrun og Guðrun fluttu í Niels Finsensgøtu. Um ikki annað riggar, er ein triði møguleiki, at Tórshavnar kommuna keypir nakrar flótiprámar við húsum á og leggur teir við kei - ikki ov nógvar, kanska ein ella tveir. So kann ymiskt vinnuligt virksemi fara fram í hesum, t.d. flótandi matstovur. Hesir kunnu lættliga flytast eftir ynski. Hetta er bert eitt hugskot.

Ímynda tær eina matstovu, sum borðreiddi við alskyns góðum beinleiðis frá havinum við uttandura borðreiðing um summarið - tað hevði jú verið eyðsæð, tá vit nú einaferð eru fiskivinnutjóð. Tað hevði harafturat verið eitt gott samspæl millum vinnu, mentan og náttúru. Hetta er bert eitt dømi

Undir Bryggjabakka verður millum fólk ofta samanborið við Nyhavn í Keypmannahavn. Hetta undirbyggir tað ynski, sum er, og sum eg taki undir við, nevniliga at gera Undir Bryggjubakka til bilfría frístaðið í Havnini, har man fer út at njóta lívið og kanska fáa sær ein betri bita í fantastiska maritima umhvørvinum.

X-estetiskt maritimt øki, X-lívsnjóting, X-Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari


Les meira her: www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar