ESE
Føroysku fyritøkurnar og útflytararnir, sum hava luttikið á stóru og afturvendandi fiskivinnuframsýningini í Brússel, European Seafood Exposition (ESE), eru nú komnar heimaftur. Tilsamans 13 føroyskar fyritøkur, sum bjóða út vørur úr fiski og krabbadýrum, hava luttikið á 10 básum á framsýningini. Allar fyritøkurnar vóru undir einum “hatti” – einum felags landabási í høvuðshøllini - har Faroe Island sera sjónligt stóð ovast uppi.
Av 10 fløggum frammanfyri høvuðsinngongdina til tær mongu hallirnar, sum vóru karmur um hesa størstu matvøruframsýning av sínum slagi í Evropu og kanska øllum heiminum, hekk føroyska Merkið trið fremst, aftanfyri amerikanska og kanadiska flaggið.
Soleiðis hekk føroyska flaggið so ógvuliga sentralt, longu áðrenn tú komst inn um høvuðsdyrnar.
Sosialurin hevur skilt, at tað er ikki av reinari tilvild, at føroyska Merkið hevði hesa plasering. Hetta hongur saman við, at Føroyar vóru millum tey lond, sum gjørdu hesa stóru matvøruframsýning møguliga. Frammundan vóru nógvar smærri framsýningar kring um í Evropu, har útflytarar kundu sýna fram sítt vøruútboð, men sum árini gingu, fingu vit hesa stóru framsýning, sum er framsýningin fram um allar.
Og Føroyar høvdu við Faroe Seafood sín leiklut í hesi savning.
Føroyska Merkið, sum hekk so frammarlaga til høvuðsinngongdina, er eitt sterkt “symbol” og ein greið útmelding um, at okkara tjóð er við.
Tó at vit eru ein lítil tjóð í hesum høpi, eru Føroyar vorðið eitt kent andlit á ESE-framsýningini, har vit hava luttikið flestu árini.
Sjónligur básur
Tað var reklamuvirkið Sansir, sum stóð fyri sniðgevingini og fyri at byggja føroyska landabásin upp. Uttanríkisráðið og soleiðis fyrrverandi Samvit skipaði fyri føroysku luttøkuni.
Føroysku fyritøkurnar, sum vóru við á ESE hesaferð, vóru Vestsalmon, Bakkafrost, Orca, JFK, Sandoy Seafood, Delta Seafood, TG Seafood, PRG (Fiskavirkið í Gøtu), Faroe Seafood, Landshandilin, Fiskamarknaður Føroya (FMF) og Nevið.
Talið av básum undir føroyska hattinum var 10, harav Orca og Nevið deildu ein bás, og feløgini Sandoy Seafood, Delta Seafood og TG Seafood deildu ein.
Føroyska ferðavinnan var eisini partur av føroyska tiltakinum í Brússel við Atlantic Airways, Hotel Føroyum og Green Gate.
Framsýningin læt upp týsdagin 28. apríl og var opin til og við hósdagin 30. apríl.
Samstundis, sum stóra matvøruframsýningin var, var eisini ein onnur framsýning við tøkni til framleiðslu úr eitt nú fiski og krabbadýrum.
Lena L. Mohr, stjóri í Sansir og sum var verkætlanarleiðari í sambandi við føroyska landabásin í Brússel, sigur, at tey fingu nógvar positivar reaktiónir um básin og plaseringina av honum.
- Vit fóru til Brússel leygardagin fyri, at framsýningin læt upp týsdag, og vit komu heimaftur síðsta fríggjadag.
Hon vísir á, at vitjandi, sum tey tosaðu við á ESE, vóru stak væl nøgd við føroyska básin.
- Tey søgdu, at básurin var ógvuliga sjónligur og lættur at finna. Haraftrat var hann bygdur nokso høgur. Vit høvdu lagt gólv á básin, og tað gjørdi sítt til at gera hann attraktivan.
Hon sigur, at hvør básur sær skal hava sínar møguleikar og umstøður, og soleiðis skal eisini hvør básur hava sínar møguleikar við frámerkjum.
Røkja viðskiftafólk
Lena L. Mohr vísir á, at ein slík framsýning í fyrsta lagi hevur til endamáls at geva føroyskum útflytarum høvi at røkja síni viðskiftafólk og hitta tey andlit til andlits.
- Hetta er tað størsta og týdningarmiklasta við eini slíkari stevnu, tí tað hevur so ómetaliga stóran týdning at varðveita tey viðskiftafólk, tú frammanundan samstarvar við. Hetta eru fólk, tú hevur álit á, tú kennir teirra gjaldføri, teirra brúksmynstur, og tú veitst, at tey halda gjørdar avtalur.
Hon vísir á, at sjálvandi hevur tú sum útbjóðari eyguni opin fyri nýggjum møguleikum, og soleiðis var eisini á ESE hesaferð.
- Serliga vóru tað amerikanskar fyritøkur, sum vendu sær til føroyskar laksaútflytarar, nú alivinnan í Chili, sum hevur verið ein stórur útbjóðari á amerikanska marknaðinum, dregist við ILA-smittu.
Lena L. Mohr sigur seg ikki vita við vissu, um ítøkiligar avtalur við nýggjar keyparar spurdust burtur úr á sjálvari framsýningini, men hon ivast onga løtu í, at avtalur fara at spyrjast burtur úr, soleiðis sum útlitini á amerikanska marknaðinum eru í løtuni.
- Alt tekur tíð, og viðurskifti skulu umhugsast gjølliga. Hetta er ein tíð við ótryggleika á altjóða fíggjarmarknaðinum, og tí leypur eingin framav.
At amerikanski laksamarknaðurin er áhugaverdur í tíðum, sum hesum, er lítið at ivast í, og Sosialurin veit um føroyskar laksafyritøkur, sum langt áðrenn ESE-framsýningina høvdu fingið í lag avtalur við keyparar í USA.
- Eg havi skilt, at áhugin í USA fyri føroyskum laksavørum bæði snýr seg um feskan laks, ísaðan laks og portiónir úr laksi. Jú, fyri føroyskar alarar sær hetta spennandi og avbjóðandi út, leggur hon aftrat.
Lena sigur, at soleiðis, sum hon hevur skilt føroyskar alarar, sum vóru við á ESE, er heldur ikki eingin áhugi fyri sílum.
- Eg skilti eisini, at hampiliga stórur áhugi er fyri øðrum fiskasløgum, sum Føroyar hava í sínum útboði, men hetta vita tey, sum við vóru og umboða hesi fiskasløg, betri at siga.
Lena L. Mohr sigur, at leikluturin hjá Sansum var at sniðgeva og byggja ein føroyskan landabás, sum gav føroyskum útflytarum optimalar karmarar um at gera góðar handlar – ein bás, har okkara fyritøkur kunnu “branda” seg optimalt.
- Ein slíkur básur skal vera tíðarhóskandi og vera attraktivur mótvegis teimum, vit vilja skulu vitja okkum, sigur stjórin í reklamufyritøkuni Sansir.