Føroyska Maria bar Merkið

Gentan, sum gekk fremst, tá Merkið varð borið inn á Stadion, var Maria Sivic, sum er fødd í Føroyum

Fótbóltur

 

Beograd, Serbia: Hjá Mariu Sivic var talan um heilt serliga hending, tá føroyska fótbóltslandsliðið vitjaði í Beograd.

Hóast hon ikki minnist nakað til Føroyar, so er hetta føðilandið hjá Mariu, sum er dóttirin hjá Tomislav og Miru Sivic, sum vóru seks ár í Føroyum í ávíkavist Vági, Havn og í Klaksvík.

Ætlanin var annars, at eitt úrvalsið við smápiltum skuldi bera Merkið á vøllin. Tomislav Sivic hevði tó spurt seg fyri hjá Serbiska fótbóltssambandinum, har hann hevur starvast um U19-venjari, um tað var møguleiki hjá Mariu at vera við, nú hon var fødd í Føroyum, og hetta var eingin trupulleiki.

Sjálv var Maria eisini ovurfegin um høvið, sum hon soleiðis fekk at umboða sítt føðiland.

- Hon hevur fortalt øllum í flokkinum um hetta, men har vóru fleiri, sum ikki trúðu henni, tá hon segði, at hon var fødd í Føroyum. Hon svaraði teimum tó aftur: »Bíðið tit bara til leygardagin. So fáa tit at síggja!«. So tað er nokk eingin ivi um, hvør verður miðdepilin í skúlanum mánadagin, segði Mira flennandi, tá vit tosaðu við hana leygardagin.

Og var tað kensluborið hjá Tomislav og Miru at síggja fleiri av føroysku vinfólkum sínum, so var løtan ikki minni kensluborin hjá Mariu.

Tárini fingu frítt at fara, tá bussurin við føroysku spælarunum gjørdi seg til reiðar at koyra, men nakrar góðar gávur bøttu tó um hetta. Ikki minst, tá hon fekk troyggjuna við 8-talinum frá Mikkjali Thomassen.

- Hendan troyggjan skal als ikki vaskast, men hangast beint upp á veggin!, vóru boðini til foreldrini, tá bussurin var farin, og vit onnur spákaðu út av stadion