- Tað eru í høvuðsheitum tríggjar orsøkir til, at tað hevur týdning at fáa málmenningina á skrá. Fyrsta orsøkin er tað einstaka barnið og tess møguleikar, sum eru so sera tætt knýttir at málsligu førleikunum. Næsta orsøkin er føroyska samfelagið og fólkaræðið, sum jú er grundað á at borgararnir eru væl fyri málsliga, so teir kunnu hugsa kritiskt og aktivt taka lut í orðaskiftinum. Triðja orsøkin er viðbrekna føroyska málið, sum í hesum døgum er undir stórum trýsti - serliga frá enskum.
Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, tá hon í gjár helt røðu á ráðstevnu um málmenning hjá børnum, ið varð hildin í Læraraskúlahøllini. Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu síni.
Ráðstevnan er komin í lag í samband við vitjanina hjá eini deild á norska Høgskulen på Vestlandet á Námsvísindadeildina á Setrinum. Sum part av ferðini varð skipað fyri tíggju fyrilestrum, sum allir snúðu seg um málmenning hjá børnum.
Mentamálaráðið upplýsir, at norsku gestirnir greiddu frá norskari gransking um málmenning, og úr Føroyum vóru granskarar og fólk, hvørs arbeiðið onkursvegna er relevant fyri málmenning barnanna, sum greiddu frá.
Í røðuni greiddi landsstýriskvinna eisini frá arbeiðinum við nýggju Barnasangbókini og aðrar verkætlanir, ið hava til endamáls at fremja málmenningina hjá føroyskum børnum.









