Nú er so mikið lítið av øsku í stórum pørtum av føroyska luftrúminum, at loftrúmið er partvíst opið frá klokkan eitt í nátt. Vága Floghavn er í tí partinum, sum er opin, og tí er floghavnin opin fyri flúgving.
Nágreiniligar positiónir fyri hvørjir partar av føroyska luftrúminum eru opnir eru fráboðaðir gjøgnum vanligu loftferðslumeldingarnar (NOTAM).
Vága Floghavn sigur í kvøld, at nærri upplýsingar um gosøskuna í føroyskum luftrúmi væntast fráboðaðir klokkan átta í morginári.