Føroyska liðið til dystin í kvøld móti Serbia er sett og tað verða tvær broytingar á liðnum í mun til liðið, ið byrjaði móti Italia fríggjakvøldið á Tórsvølli. Greitt er eisini, at Rene Tórgerð stendur í málinum aftur í kvøld, tí Jákup Mikkelsen ikki er klárur.
Tað verður liðfelagin hjá Súna Olsen í B36, Atli Danielsen, ið avloysur gøtumannin á miðvøllinum í kvøld. Hin broytingin er, at Pól Jóhannus Justinussen verður ikki við frá byrjan. Í hansara stað kemur HB leikarin, Símun Samuelsen.
Føroyska liðið til í dystin á Partizan leikvøllinum í Beograd móti Serbia er:
Rene Tórgarð
Jónas T. Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Jóhan T. Davidsen
Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen(liðsk), Atli Danielsen, Símun Samuelsen
Christian L. Holst
Jóan Símun Edmundsson
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19:30.