Føroysku landsliðsspælararnir eru komnir á vøllin á Friends Arena. Føroysku áskoðararnir halda nógvan gang og standa einki aftanfyri svensku viðhaldsfólkini, sum eru fleirfalda í yvirtal.
Svenska liðið er kunngjørt og har eru broytingar í verjupartinum. Málmaðurin er nýggjur og tað er annar miðverjan og vinstri bakkurin eisini í mun til dystin móti Eysturríki, har Svøríki tapti 2-1.
Svøríki: 4-4-2
Pär Hansson Mikael Lustig, Per Nilsson, Andreas Grandqvist, Pierre Bengtsson Seb Larsson, Kim Källström, Albin Ekdal, Alexandar Kacaniklic Ola Toivonen, Zlatan Ibrahimovic.
Føroyar: 4-4-1-1
Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen Christian L. Holst Jóan Símun Edmundsson.