Føroyska liðið komið til Hannover

Føroysku landsliðsleikararnir eru komnir til Hannover í Týsklandi í øllum góðum. Flúgvarin fór úr Føroyum klokkan 15.15 og góðar tveir tímar seinni setti hann seg á flogvøllinum Hannover.

 

Lagið var á ferðalagnum og tað hómast ein spenningum millum øll tey, sum vóru við. Á flogvøllinum vóru bæði sjónarpslið og myndamenn møttir upp. Serliga Jákup Mikkelsen hevði áhugan hjá onkrum av teimum.

 

Í morgin verður so vant á leikvøllinum hjá Hannover, sum verður karmur um dystin millum Týskland og Føroyar fríggjakvøldið.