Føroyska liðið er til skeet

Føroysku skjúttarnir vóru aftur í eldinum í gjár, tá kappast varð í sporting. Hetta er kapping, har luttakararnir als ikki kenna breytina, sum er sett upp í skógini, umframt at teir heldur ikki vita, úr hvørjari ætt dúgvurnar koma

Hetta er grein, sum als ikki ber til at venja í Føroyum, og tí var heldur ikki væntandi, at føroyingar skuldu blanda seg í toppin í greinini.

Besta úrslitið fekk Magni Dam, sum gjørdist nummar 16 við 65 dúgvum. Til sammtingar kann nevnast, at vinnandi skjútti av Isle of Man rakti 82 dúgvur.

Rúni Debes rakti 56 dúgvur og gjørdist nummar 21 av teimum 26 skjúttunum.

 

-mørk