HM-fyrireiking
Danir vunnu stórt á Póllandi í mikukvøldið. Úrslitið í Póllandi gjørdist 5-1 til danir. Peter Madsen skoraði hattrick.
Íslendingar vórðu ikki tiknir av bóli av italiumonnum, tí okkara norðurlendsku vinir gjørdu ikki mætari enn at vinna 2-0 á heimabeiti. Eidur Gudjohnsen og Gylfi Einarsson skoraðu málini. Ikki færri enn 20.204 áskoðarar vóru vitni til eitt tað størsta íslendska fótbóltsavrikið nakrantíð. Dagurin gjørdist serliga góður, tí longu fyrrapartin hevði hondbóltslandsliðið vunnið 30-25 á slovensku vara-europameistarunum. Gamla áskoðarametið var frá 1968, tá Valur spældi Europa-Cup dyst móti Benfica framman fyri 18.500 áskoðarum. Tann dysturin endaði 0-0. Heldur ikki ta ferðina sást nakað til stjørnurnar á vøllinum. Íslendingar vóru komnir at síggja Eusebio spæla, men hann hevði givið avboð í seinastu løtu. Í Portugal tapti Valur 8-1.
Norðmenn vóru nøgdir við 2-2 javnleik móti Belgia, og Spania røkti sína uppgávu væl og vann 3-2 á Venezuela.
Tað gjørdu vinmenninir fyri norðan hinvegin ikki. Frakland fekk bert javnleik 1-1 móti Bosnia-Herzegovina. Frakland er í HM-bólki við Føroyum, og teir koma hendavegin tann 8. september.
Sveis, sum eisini er í okkara HM-bólki, spældi málleysan javnleik móti Norðurírlandi. Ísrael í okkara bólki tapti tepurt 1-0 móti Kroatia, og Írland fekk javnleik 1-1 móti Bulgaria. Írland er eisini í tí føroyska HM-bólkinum.
Føroyar einasti vinnarin
Tað vil altso siga, at Føroyar eru einasta tjóðin í HM-bólki 4, sum megnaði at vinna sín venjingardyst í hesum umfarinum. Kypros spældi tó ikki mikukvøldið.
Onnur úrslit, sum eru verd at leggja til merkis, eru dystirnir hjá Onglandi og Svøríki. Ongland greiddi sína uppgávu sannførandi og vann 3-0 á Ukraina. Svøríki fekk 2-2 javnleik, sum má metast at vera eitt úrslit, sum bæði liðini kunnu vera nøgd um.
Allir dystirnir mikukvøldið:
Spania - Venezuela 3 : 2
Ísland ? Italia 2 : 0
Skotland - Ungarn 0 : 3
Eysturríki ? Týskland 1 : 3
Frankaríki - Bosnia-Herzegovina 1 : 1
England - Ukraina 3 : 0
Írland - Bulgaria 1 : 1
Svøríki ? Holland 2 : 2
Kroatia - Ísrael 1 : 0
Slovenia - Serbia og Montenegro 1 : 1
Tjekkia - Grikkaland 0 : 0
Sveis ? Norðurírland 0 : 0
Føroyar - Malta 3 : 2
Noreg - Belgia 2 : 2
Póland - Danmark 1 : 5
Turkaland - Hvítarussland 1 : 2
Letland - Wales 0 : 2
Moldava - Georgia 1 : 0
Russland - Litava4 : 3
Japan - Argentina 1 : 2










