Føroyska kjarnorkutilbúgvingin virkar aftur

Mátistøðin á Sornfelli, sum kann máta geislavirkni úr luftini, er nú virkin aftur Tað er sett á stovn eitt samband umvegir alnetið millum mátistøðina á Sornfelli og Beredskabsstyrelsen í Danmark. Á henda hátt hevur Beredskabsstyrelsen beinleiðis atgongd til mátistøðina, og kann móttaka mátingar um møguligt geislavirkni er í Føroyum.

Kjarnorkutilbúgvingin í Føroyum bleiv yvirtikin sum føroyskt sermál tann 1. januar 2007. Í sambandi við yvirtøkuna, bleiv gjørd ein samstarvsavtala millum Tilbúgvingarstovn Føroya og Beredskabsstyrelsen viðvíkjandi kjarnorkutilbúgvingini í Føroyum.

Tað er henda samstarvsavtala, sum Tilbúgvingarstovnur Føroya og Beredskabsstyrelsen í dag gera brúk av í sambandi við mátistøðina á Sornfelli.

Í 2008 og 2009 var eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at seta á stovn eina kjarnorkutilbúgving í Føroyum. Hetta arbeiðið steðgaði í fjør summar, tá ið mátistøðin á Sornfelli bleiv gjørd óvirkin.

Í februar mánaða í ár tók Tilbúgvingarstovnur Føroya upp aftur samband við Beredskabsstyrelsen og Forsvarsministeriet, við tí í hyggju, at seta á stovn aftur kjarnorkutilbúgvingina í Føroyum. Hetta skal gerast í eini róligari tilgongd, soleiðis at føroyskir myndugleikar kunnu vera við, bæði tekniskt og fíggjarliga. Nærri fundir um hesa tilgongd vera væntandi í summar.