Fríggjakvøldið skal vinnarin av ársins X-Factor kapping í Danmark finnast. Seinastu vikurnar hava sjónvarpshyggjarar í Danmark – og í Føroyum ivaleyst – kunnað fylgt við teimum vónríku sangarunum, sum hava bjóðað seg fram.
Ein av teimum, sum er við í kappingini, og framvegis hevur møguleikan at vinna, er Jasmin Dahl, sum hevur føroyska mammu og javnan vitjar í Føroyum.
Hon varð sett saman við einum øðrum sangarar, og Anthony Jasmin, sum tey kalla seg, hava verið millum tey sterkastu í kappingini hesaferð. Tey hava ongantíð verið í vanda fyri at rúka úr kappingini, og fleiri halda, at tey hava góðan møguleikan at vinna finaluna, sum verður send á DR1 fríggjakvøldið.
Í finaluni eru eisini tvær kvinnuligar songkvinnur – Henriette Haubjerg og Lucy Mardou.
Sum upphiting til finaluna høvdu finalistarnir og aðrir sangarar framførslu á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn mánakvøldið. Umleið 20.000 fólk vóru og lurtaðu efti framførslunum.
Fríggjakvøldið verður hyggaratalið onkrastaðni millum eina og tvær milliónir, tá ið X-Factor vinnarin 2014 skal finnast.