Avdúkandi danska sjónvarpsrøðin Sandhedens Time verður nú aftur á skránni hjá TV3, og í annaðkvøld verður tað føroyska Hanne Rauff Dahl, ið kemur at standa fyri skotum Seinasti gesturin í sendingini Sandhedens Time avdúkaði fyri konu síni, at hann hevði verið ótrúgvur í 15 ár.
Í undanfarnu sendingunum hevur hetta verið støðið, og í morgin verður tað føroyska Hanne, ið skal avdúka síni loyndarmál.
- Eg haldi ikki, nøkur bumba fer at fella í morgin, tá ið sendingin verður víst, men sjálvsagt kemur okkurt fram, ið eingin áður hevur vitað av, sigur Hanne, ið var í upptøkuhølunum hjá TV3 í januar í ár.
Fyri 21 erlig svør ber til at vinna 500.000 krónur. Eitt skeivt svar, og Hanne fer heim við ongum.
- Eg visti ikki, hvat sendingin gekk út uppá. Eg helt bara, at tað allarhelst mátti verða stuttligt at royna, sigur hon við Planet.
Eins og vanligt verða familja og vinir hjá Hanne til staðar, og fáa tey ein møguleika at sleppa sær undan at hoyra svarið uppá ein spurning í sendingini.
- Sendingin er býtt í tveir partar. Summi skulu verða ?tey óndu?, meðan onnur fáa leiklutin sum ?tey fittu?. Eg eri ein av teimum fittu, sigur hon.
Hanne er uppvaksin í Føroyum, men býr nú á Amager saman við maka sínum, Christian. Hon lærir til djóralækna.
Á heimasíðuni hjá Sandhedens Time www.tv3.dk/sanhedenstime stendur, at Hanne fær spurningar frá einum óvæntaðum gesti. Hon skal eisini svara spurningum um djóraplágan, umframt at hon fer at avdúka nakrar seksuellar vanar.
Sendingin verður send mikukvøldið kl. 19.00 føroyska tíð, og til ber at fylgja við á TV3.