- Føroyska ferðavinnan út av lagi vánalig

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, og sum ferðafólk havi eg ongantíð upplivað so vánaliga viðferð, sigur Nigel Hughes, leiðarin í bretska umhvørvisfelagsskapinum Green Light Trust, sum hevur 50.000 limir kring allan heim. Fríggjadagin kom hann til Føroya at uppliva náttúru okkara á ferð, sum hann hevði samskipað við Smyril Line

Saman við fimtan øðrum ferðafólkum, sum tó ikki vóru í ferðalagi saman, stóð Nigel Hughes saman við vinmanni sínum fríggamorgunin uppi á Hotel Føroyum uttan at vita, hvat hann skuldi gera. Eftir at hava verið í Íslandi við samstarvsfelaga sínum í bretska umhvørvisfelagsskapinum Green Light Trust, var Nigel Hughes komin til Føroya at hyggja nærri at náttúru okkara, og allur túrurin var fyrireikaður í samstarvi við Smyril Line, ið sum kunnugt eigur bæði Nørrona og Hotel Føroyar. Men alt gekk sambært ónøgda ferðamanninum ikki sum ætlað.

Níggju tíma bíðitíð
Nigel Hughes sigur frá, at Norrøna legði at kl. 5 um morgunin, og at øll skuldu vera úr kømrunum kl. 3.30 uttan at fáa morgunmat umborð.
- Eftir at hava leitað í hálvan tíma fáa vit ein hýruvogn at koyra okkum niðan á Hotel Føroya kl. 5.30, men uppi á Hotel Føroyum verður í eini kaldari móttøku sagt, at vit ikki sleppa inn á kømur okkara fyrr enn kl. 14 og hvørki fáa mat ella drekka fyrrenn kl. 6.30, greiðir ein ónøgdur Nigel Hughes frá. Hann sigur, at á henda hátt var bíðitíð teirra níggju tímar, áðrenn ein kærkomin song var tøk, og at tey fimtan ferðafólkini uppi á Hotel Føroyum fríggamorgunin hvørki vistu út ella inn.
- Tá allur túrurin frammanundan er goldin og samskipaður í samráð við Smyril Line, og tá talan er um eitt fýra stjørnað hotel, vænta vit góða tænastu og samskipan, men vit vórðu snøgt sagt hildin fyri gjøldur, sigur Nigel Hughes.
Grøni aktivisturin vísir víðari á, at hóast hann hevur ferðast kring allan heim í umhvørvisørindum við felagsskapi sínum, hevur hann ikki verið vitni til ferðavinnu á so lágum støði sum í Føroyum.

Út av lagi samskipan hjá Smyril Line
Langa bíðitíðin hevði sambært Nigel Hughes havt eina náttúrliga orsøk, um Nørrona og Hotel Føroyar vóru sjálvstøðug og skyld at hvørjum øðrum, men sum kunnugt er bæði hotellið og ferðamannaskipið ogn hjá Smyril Line.
- Tá ferðafólk hvønn fríggjadag og mánadag koma til landið kl. 5 um morgunin og ikki sleppa inn á kømur síni fyrrenn kl. 14, er talan í veruleikanum um út av lagi samskipan hjá Smyril Line, sigur Nigel Hughes. Hann sigur, at ferðamaðurin, sum hevur goldið í dýrum dómum, als ikki fær ta tænastu, hann væntar.
- Umframt, at vit hvørki fingu innivist ella mat og drekka, var móttøka okkara sera køld, og gjørdu vit vart við ónøgd okkara, vórðu vit kensluleyst uttan gestablídni víst frá okkum, er niðurstøða Nigel Hughes, leiðari á bretska umhvørvisfelagsskapinum við heili 50.000 limum.
Eftir at hava gjørt vart við ónøgd sína fríggjamorgunin, fekk hann allan peningin aftur frá Hotel Føroyum, sum eisini syrgdi at útvega honum eitt kamar á Hotel Tórshavn.
Hetta er fyrsta ferðin, at Nigel Hughes er í Føroyum at uppliva náttúru okkara, men eftir viðmerkingum hansara um túrin er ivasamt, um vit síggja bretska umhvørvismannin aftur á klettunum...