Føroyska fólkaheilsan á breddan

Landsstýrismaðurin í heilsumálum er av álvara farin undir at seta føroysku fólkaheilsuna á breddan, og tað munnu vera mong, ið fegnast um, at hetta viðkomandi álvarsmál umsíðir verður tikið upp alment. Hóast vit føroyingar javnan breggja okkum av at vera náttúrufólk, sum liva av fiski úr heimsins reinasta havumhvørvi, eiga vit at ansa eftir, at slíkar myndir ikki fáa okkum at halda, at vit eisini eru í undantaksstøðu, tá tað ræður um heilsu og livihátt. Allar kanningar benda nevniliga á, at føroyingar verða raktir av júst teimum somu vælferðarsjúkum, sum tey dragast við í londunum rundanum okkum.
Sum flestum kunnugt, hóttir ovurfiti nú við at gerast ein lívshættislig umfarsjúka í okkara nærmastu grannalondum, tí bæði einstaklingar og mynduleikar hava mist tamarhaldið á avleiðingunum av ósunnum matvanum. Herheima hava politikarar tíbetur sæð skriftina á vegginum og rópa nú varskó við staðiliga at heita á hvønn einstakan av okkum um at taka ábyrgd fyri egnari heilsu. Tað vilja vit eisini fegin, men vit vænta eisini, at politiski mynduleikin somuleiðis er sinnaður at átaka sær sín part av ábyrgdini - tann partin, sum skal tryggja, at allir føroyingar eisini fáa rættar og neyðugar upplýsingar um sambandið millum mat og góða heilsu.
Føroyar eru ikki í undantaksstøðu, men vit eru í serstøðu í mun til flest onnur lond, tá tað ræður um møguleikan at fáa boðskapin út til hvønn krók í landinum. Og tann møguleikan hava vit, sum eitt tað fyrsta, skyldu til at brúka.
Her á blaðnum fara vit komandi tíðina at gera okkara til fyri at varpa ljós á føroysku heilsustøðuna. Við greinum, samrøðum, viðmerkingum o.ø fara vit í fyrsta umfari at tríva í evni, sum viðgera sambandið millum mat og heilsu á ein so fjøltáttaðan hátt, sum til ber. Vónandi kann hetta vera við til at seta í gongd eitt stimbrandi orðaskifti um eitt evni, sum viðkemur okkum øllum, og sum tey flestu uttan iva hava eina meining um.