Føroyska Bíbliufelagið í Kirkjubø

Sunnudagin 1. mars klokkan 11 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Ólavskirkjuna í Kirkjubø

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar, og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, kunnar um virkið og ætlanir felagsins. Kirkjukaffi er í Roykstovuni aftaná gudstænastuna.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligt og er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.
Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið, og hevur stýrið seinast vitja Kelduna, Katólsku kirkjuna, City Church, Frelsunnarherin og felagsgudstænastuna í Sandoy.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er millum annað at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli, at skipa fyri týðing av Bíbliuni ella pørtum av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum, at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika og at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Ein nýggj bíbliuumseting eftir Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskup, er ávegis, gerandisútgávan av Nýggja Testamenti verður endurskoðan, og ein barnabók kemur út seinni í ár, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.