Føroyska Bíbliufelagið: Barnabók um skapanarverkið

Føroyska Bíbliufelagið hevur nú givið út eina »ektaða« føroyska barnabók um skapanarverkið, skrivar bíbliufelagið í tíðindaskrivi:

 

Upprunaføroysk barnabók

Skapanarverkið er ein føroyskt upprunamyndabók til smærri børn. Tað er Marta A. Dalsgaard, sum bæði hevur gjørt bæði myndir og tekst.

Myndaevnið er um, tá Gud skapti heimin og alt vit síggja í dag. Til hvørja mynd eru stuttir tekstir við ávísing til samsvarandi evni í Bíbliuni. Her kunna foreldur og børn hyggja at myndunum og tosa um evnið, sum umrøtt verður. Møguligt er eisin at finna tekstin í Bíbliuni og lesa saman við barninum.

Tað er forlagið »Bókin« hjá Føroyska Bíbliufelagnum , sum gevur bókina út, og hon fæst í bókasølum kring landið fyri 99,- kr.