Føroyska arbeiðsmegin skumpað til viks

Fakfeløgini finnast hvassliga at fyrstu útmeldingini frá Innlendismálaráðnum um at loyva evropeiska arbeiðsmegi frítt til Føroya.

Tey meta málið vera ov illa upplýst, og tey stúra fyri, at útlendska arbeiðsmegin skumpar ta føroysku til viks

Fakfeløgini eru rættiliga ivasom um ætlanina hjá Innlendismálaráðnum um at loyva fría evropeiskari arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða.

“Sum heilt tykist málið ov illa lýst, og sum tað kom fram á tveimum fundum í Innlendismálaráðnum í juni mánaði, so eru ov nógvir spurningar, sum eru óloystir.”

Tað stendur í einum viðmerkingarskrivi frá Samtaki, ið er yvirskipaði felagsskapurin hjá Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.


Útlendingar fram um føroyingar

Serliga er tað ætlanirnar um at seta § 9 a úr donsku útlendingalógini í gildi fyri Føroyar, ið arbeiðarafeløgini finnast at í skrivinum til Innlendismálaráðið.

Sum Samtak tulkar útmeldingina frá Innlendismálaráðnum fara broytingarnar nevniliga at hava við sær, at hædd ikki verður tikið fyri, um tøk arbeiðsmegi er í Føroyum ella ei.

“Hetta kann vísa seg at verða óheppið. Tað er ikki óhugsandi, at føroyingar, tá ið minni arbeiði verður, verða sendir til hús til fyrimunar fyri útlendskari arbeiðsmegi”, stendur millum annað í skrivinum frá Samtaki.


Ongar metingar

Fakfeløgini siga seg ynskja, at spurningurin um vantandi arbeiðsmegi verður loystur.

“Fakfeløgini ynskja á ein jaligan hátt, at virka fyri, at spurningurin verður loystur, men broytingin frá at taka atlit til, hvussu støðan er í landinum viðvíkjandi arbeiðsmegi til frítt at loyva arbeiðsmegi at koma til Føroyar er ov kollveltandi broyting, og tað undrar Samtak, at Innlendismálaráðið ikki hevur gjørt nakrar metingar av avleiðingunum av hesi stóru broyting,” stendur víðari í skrivinum, ið er at finna í sínum fullum líki á heimasíðuni hjá Samtaki, www.samtak.fo.