Føroyska deildin hjá Amnesty hevur sett ein bólk at arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum í Føroyum. Tað skrivar DImmalætting.
Leygardagin avgjørdi føroyska deildin hjá Amnesty at seta ein bólk á stovn, sum skal arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum.
Og føroyska Amnesty er ikki tað einsamalt.
LGBT Danmark, sum felagið hjá samkyndum í Danmark, vent sær til danska løgmálaráðharran fyri at fáa greiðu á, hvussu støðan er hjá einum skrásettum pari, sum flytur til Føroya - um skrásetta parlagið heldur fram ella um tað verður upployst, tá fólkini traðka á føroyska jørð? er spurningurin.
Enn hevur løgmálaráðharrin ikki svarað danska felagnum fyri samkynd, skrivar Dimmalætting.










