TÓNLEIKUR
Turið Kjølbro
Føroyskur tónleikur er eftir øllum at døma ógvuliga væl umtóktur í Íslandi. Føroyska aldan ger framvegis um seg, síðani Ormurin Langi hjá Týr fór at runga úr hvørjum hátalara í Íslandi og legði seg ovast á tónatindunum í mars.
Samstundis tók bólkurin Makrel lut í íslendsku prix-kappingini, vann umfarið og gjørdust endaliga triðbesti bólkur av 40 bólkur í alt. Gittaristurin Rasmus Rasmussen, sum er føroyingur, var valdur besti gittaristur í kappingini.
Í apríl fingu íslendsku miðlarnir eygað á Eivør Pálsdóttir, og útvarpsstøðir fóru um somu tíð undir at spæla tónleik hjá bólkinum 200 eisini. Í nógvar vikur bar til at lesa eitthvørt um føroyskan tónleik í íslendsku bløðunum og tíðarritum hvønn dag. Íslendska Rás 2, sum er tann størsta útvarpsstøðin, spældi føroyskan tónleik hvønn dag. Í juni byrjaði PoppTV, íslendska svarið uppá MTV, at spæla tónleik hjá Brandi Enni, eisini hvønn dag.
Enn spælir Rás 2 Ormin Langa í minsta lagi 2-3 ferðir um vikuna, og lagið hjá Clickhaze "Daylight" hoyrist eisini javnan. Á útvarpsstøðini Útvarp Suðurlands er føroyskur tónleikur at hoyra tríggjar tímar hvønn sunnudag. Endursent hvønn hósdag.
Íslendsku miðlarnir hava serliga eyguni við Clickhaze, serliga eftir, at teir tóku lut á Roskilde Festivalinum og fingu góða móttøku í donskum bløðum. Teir gáaðu eisini eftir, at Clickhaze tók lut á NipiaA Rock Festival í Grønlandi.
Fyri fáum vikum síðani var ein stór grein um Clickhaze í blaðnum Fréttablaðið. Í hesi vikuni er ein stór grein við yvirskriftini "THE BEST GROUP OF SCANDINAVIA?", við stórum litmyndum í Morgunblaðnum, sum er størsta og mest virda tíðindablaðið í Íslandi. Sigast kann ikki annað enn, at føroyskur tónleikur hevur viðrák í Íslandi.










