Fólkaheilsuráðið hevur nú í 2,5 ár arbeitt við avstralskari verkætlan, og arbeiðið við verkætlanini er eydnast so mikið væl, at tað hevur vakt ans hjá avstralsku verkætlanarfyriskiparunum.
Talan er um ABC samstarvið, ið stendur fyri Act-Belong-Commit. Í føroysku útgávuni hevur ABC verkætlanin fingið undirheitið "Ver virkin, ver saman, ver hugbundin", og endamálið hjá verkætlanini er at varpa ljós á og virka fyri sálarligari heilsu.
- Vit hava samstarvað við bæði Avstralia og Danmark um hesa verkætlan síðan vit byrjaðu, og senda teimum tí av og á eftirmetingar frá okkara arbeiði. Eftir at hava sent teimum eina eftirmeting síðst í juni við nøkrum myndum frá okkara seinasta arbeiði, vóru tey í Avstralia so bergtikin, at tey ynsktu at varpa ljós á føroyska arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum.
##med2##
- Hetta hevur ført við sær, at tey hava lýst við okkara arbeiði á øllum teirra miðlum. Eitt langt skriv liggur á teirra heimasíðu, og tey hava sent øllum sínum samstarvsfeløgum hetta skriv, og teir eru nógvir í tali. Eisini hava tey gjørt skriv um eitt konkret føroyskt ABC átak, Rørslufagnaðin, ið tey hava lýst við á Instagram og Facebook,. At tey halda at okkara arbeiði er somikið áhugavert, at tey vilja varpa ljós á tað í so stóran mun, eru vit ómetaliga fegin um sigur Monika Mohr.
Føroyar eru eitt av fýra londum, ið arbeiða við ABC uttan fyri Avstralia. Hini londini eru Norra, Danmark og USA.