Føroysk virðisbrøv í Kauphöll Íslands

Kauphøll Íslands og Virðisbrævamarknaður Føroya P/F (VMF) undirskrivaðu mánadagin samstarvsváttan um at notera føroysk virðisbrøv í Kauphøll Íslands. Samstarvsváttanin snýr seg um høvuðstættirnar í samstarvinum og verður lagt til grund fyri avtalu millum VMF og Kauphøllina um samstarvið frameftir. Endalig avtala kann væntast at fyriliggja við ársbyrjan komandi ár og virksemi, sum byggir á avtaluna kann byrja út á veturin ella várið

Partafelagið VMF varð stovnað av áhugapørtum, sum umboða útgevarar, íleggjarar, meklarar og myndugleikar í Føroyum. VMF hevur umhugsað ítøkiligar møguleikar fyri at fáa í lag virðisbrævahandil í Føroyum síðan miðskeiðis í 2001.
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, skrivaði undir samstarvsváttanina vegna VMF.
? Vit vænta at 9 partafeløg, herav 2 almenn, 2 íløgufeløg, og 8 lánsbrævarøðir kunnu verða noterað í 2007. Tað er eitt mál, at marknaðarvirðið av partabrøvum skal verða 30% av BTÚ eftir 4 árum og 60% av BTÚ eftir 10 árum. Samstarvið millum Kauphøll Íslands og VMF gevur bestu møguleikar fyri at náa hesum málum.Vónandi fer samstarvið eisini at styrkja Kauphøllina, sigur Sigurd Poulsen.
Í samstarvsváttanini er skipað fyri at føroysk virðisbrøv verða skrásett í SAXESS handilsskipanini á sama hátt sum íslendsk virðisbrøv. Tó er tað møguligt at skráseta virðisbrøvini í donskum krónum og at kunngera fráboðanir á føroyskum ella donskum í tíðindaskipanini hjá Kauphøllini. Skipað er fyri at fíggjarfyritøkur í Føroyum kunnu gerast limir í Kauphøllini til at handla virðisbrøvini, meðan verandi limir í Kauphøllini kunnu handla virðisbrøvini um teir gera avtalu við donsku virðisbrævamiðstøðina, Værdipapircentralen A/S.
Eitt stórt stig
? Hetta er stórt stig í fyrireikingum til virðisbrævamarknað í Føroyum og somuleiðis týdningarmikið stig fyri Kauphøllina. Við hesum nýggju brøvum og nýggja tátti í handilsskipanini eru vit við at menna marknaðin enn meira. Kauphøllin vil leggja dent á at samstarvið væntandi verður gott og gagnligt fyri báðar partar. Vit gleða okkum til uppgávuna og bjóða føroyingum vælkomnum til samstarvið, sigur Þórður Friðjónsson, forstjóri í Kauphøll Íslands.
Fyri føroyingar hevur tað havt stóran týdning fyri samstarvið at teir kunnu gerast partaeigarar í Kauphøll Íslands. Kannað er tí, hvørt tað er møguligt at íslendska ríkið vil selja teimum síni 4,4% av partapeninginum í Haldfelagnum Verðbrefaþing hf. sum er móðirfelag hjá Kauphøllini.
? Nevndin í Kauphøllini er sinnað at virka fyri, at føroyingar gerast partaeigarar, og hevur sent fíggjarmálaráðharra Íslands áheitan um málið. Vit vilja sera fegnir hava føroyingar saman við okkum og hava álit á at samstarvið verður til gagns fyri báðar partar.
1,5 mia kr noterað
Mánadagin vórðu samstundis noteraðar tríggjar røðir av føroyskum lánsbrøvum, sum Føroya Landsstýri gevur út. Útgávan er samanlagt 1,5 milliardir danskar krónur sum svarar til 18 milliardir íslendskar krónur. Norður-lendski bankin Nordea, sum er limur í Kauphøll Íslands, er útgevandi fíggjarstovnur fyri hesa útgávu og notering. Lánsbrøvini eru skrásett í donskum krónum í handilsskipanini, meðan ognin hjá íleggjara verður skrásett í donsku virðisbrævamiðstøðini. Lánsbrøvini eru merkt í handils-skipanini hjá Kauphøllini við frámerkinum FO- í SAXESS-kotuni. Tíðindi um handil við lánsbrøvunum verða kunngjørd í yvirlitum frá Kauphøllini.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri Føroya, var hjástaddur tá samstarvsváttanin varð undirskrivað útgávudagin fyri lánsbrøvini.
? Tað er gott, at føroyskir og útlendskir íleggjarar fáa betri høvi til at gera íløgur í føroysk virðisbrøv. Lánsbrævaútgávan hevur týdning fyri fíggingarmynstrið hjá landsstýrinum og vónandi eisini fyri at fáa vælvirkandi handil við føroyskum virðisbrøvum. Við lánsbrævaútgávuni og undirskriving av samstarvsváttanini eru fyrstu stigini tikin at náa hesum. Tey neyðugu stigini verða fyrireikað í løtuni til at almenn partafeløg kunnu setast á marknaðin. Eg vænti, at fortreytirnar eru til staðar fyri góðum samstarvi millum Kauphøll Íslands og VMF, sigur Karsten Hansen.