Føroysk vinna undir trýsti – heilt nátturlig gongd

Føroysk vinna hevur seinastu 3 árini verið undir stórum trýsti at fremja bygnaðarbroytingar – t.d. samanleggingar, keypa og selja fyritøkur í Føroyum og í útlandinum og avtøka

Høvuðsorsøkin til hetta trýst eru vánaligu kappingarevnini hjá føroysku vinnuni, vánaligt lønsemi og alt ov lítil búskaparvøkstur í fyritøkunum. Teir faktorar, sum m.a. hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt bygnaðarbroytingar eru farnar fram, eru teir karmar, sum tað almenna tekur burtur ella broytir, og hvat slag av vinnu talan er um. Umstillingarevnini hjá størsta partinum av føroysku vinnunu eru antin tarnað av stuðli, at fyritøkur eru alt ov smáar, arbeiða ikki við nýskapan/produktmenning og virka ikki á altjóða marknaðinum. Tað er tí ikki meira enn náttúrligt, at alt fleiri føroyskar fyritøkur steðga upp ella verða lagdar saman vegna vantandi marknað/kundagrundarlag og inntøkur.

 

Tað, sum leggur serligt trýst á at fremja bygnaðarbroytingar er, at føroysk vinna í mestan mun framleiðir standardvørur ella standardtænastur og roynir tí at massaframleiða síni produktir. Útboðið av teimum standardproduktum, sum verða framleidd ella seld í Føroyum er oftast væl størri enn eftirspurningurin og hetta viðførir m.a., at hesar fyritøkur og handlar muga kappast uppá prísin (td. við láglønarlond sum Kina, Eysturevropa og stórfyritøkur í EU) – og halda seg tí í kappingini til eina low-cost-strategi. Tvs. hesar fyritøkur royna at halda framleiðslukostnaðin ella innkeypskostnaðin so lágt sum til ber soleiðis at hetta avspeglast aftur í lægri søluprísum, sum verður týdningarmseta kappingarparametri. Lægri prísir hava við sær, undir verandi marknaðar- og kappingarstøðu, lægri inntjening og minni virðisskapan í fyritøkuni, og ongar møguleikar at gera størri íløgur í útlandinum ella vaksa í Føroyum.

 

Føroyskar fyritøkur framleiða og selja sostatt næstan allar fyri tað mesta produktir, sum eru sera løtt at avrita hjá kappingarneytunum ella, sum aðrir framleiða bæði dygdarbetri og bíligari – tvs. føroysk vinna virkar dagliga á marknaðum við deyðiligari kapping. Tað eru í Føroyum ongar veruligar vitanarrættaðar vinnur, men bara tradtionellar framleiðslurættaðar vinnur og handlar til víðarisølu (og hesar eru annars alt ov seint mentar og bygnaðarbroyttar). Legg til merkis, at vit í Føroyum higartil eru trýst av útlendskum íleggjarum og altjóða samfelagnum (EU-reglur) at broyta vinnubygnað og gera tað ikki við egnum vilja og framsøkni.

 

Strategisku valmøguleikarnir hjá føroyskari vinnu eru, 1. at verða passiv og lata allar nýggjar møguleikar sigla framvið, fyri síðan at verða avtiknar, ella 2. betra verandi produktir við td. dygdarmenningarskipanum og 3. í besta føri verða framsøkin og menna nýggj produktir og marknaðir, leggja saman, keypa upp aðrar fyritøkur, menna útflutning o.a.

 

Tað er sostatt onki ónáttúrligt í, at alt fleiri samanleggingar gerast í føroyskari vinnu – td. í nærmastu framtíð, at størstu og minstu bankarnir leggja saman, handilssentir verða niðurløgd og brúkt til annað vinnuligt virksemi, stovnsetan av miðlahúsum, handlar verða lagdir saman, prosjektir steðga upp vegna ov lítlan marknað/kundagrundarlag o.a.

 

Tær vakstrar- og kappingarstrategiir, sum føra til skjótan vøkstur eru – 1. samanleggingar (stórrakstrarfyrimunir og marknaðarleiðari/prísásetari), 2. uppkeyp í útlandinum (atgongd til størri marknað ella størri kundagrundarlag), 3. útlendskar íleggjar (váðafúsur kapitalur og know-how og know-who) o.a. Fyri heilt stórar íleggjar og fyritøkur eru Føroyar, vegna lítla marknaðin ikki áhgauverdar, uttan at vit saman við teimum megna at skapa nakað heilt unikt.

 

Tað er tí eisini ein stórur spurningur, hvussu væl egnaðar tær størru føroysku fyritøkurnar eru, við verandi standardproduktum og slag av fyritøkum, at verða skrásettar á einum virðisbrævamarknaði, har nýskapan, framsøkni strategiskar broytingar eru gerandiskostur (og tí broytast kursirnir upp og niður - og ikki bara upp ella bara niður).