Føroysk verk framførast í Posthúskjallaranum

Næmingar á Tórshavnar Musikkskúla fara fríggjakvøldið at framføra verk, ið tey sjálvi hava framleitt á skeiði Virksemið á Musikkskúla Miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla er heldur víttfevnandi. Umframt tilboðið at spæla ymisk ljóðføri, er eisini møguleiki at fáa frálæru í millum annað tónasmíðji.

 

Verkskeið var fyri lítlum mánaði síðani, har næmingar á skúlanum vandu og spældu verk, sum ungu tónaskøldini høvdu skrivað, og almenna framførslan av hesum verkum verður fríggjakvøldið 6. mars, kl. 20.00 í Posthúskjallaranum.

Framførd verða verk av næmingunum Sámal Jákup Jakobsen, Ingmar B. Mikkelsen og Mats Andrias Poulsen.

 

Umframt hetta framføra tónleikararnir, sum er 15 tilsamans, verk av Sunleifi Rasmussen og tvey svensk og ensk verk.