Týsdagin í farnu viku vóru norðurlendsk umboð á óalmennum fundi í Norðurlandahúsinum. Á skránni fyri hesum fundi var eittans evni: At skapa ein nýggjan norðurlendskan ungdómsmiðil, ið kann koma í staðin fyri útnorðurverkætlanina OZON. Talan er um fyrireiking av nýggjari verkætlan, har ið felagsskapurin Valhalla, ið starvar fyri mentan millum børn og ung, hevur sín stóra leiklut.
OZON
Verkætlanin OZON hevur koyrt í nøkur ár, og talan hevur verið um eina útnorðurlendska verkætlan, ið hevur havt til endamáls at geva út ungdómsblaðið OZON. Hetta blað hevur verið skrivað av ungum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Men av tí, at peningur ikki longur er til taks til hetta endamál, eru projektleiðarar í norðurlondum farnir undir at skipa nýggja verkætlan um ein norðurlendskan ungdómsmiðil.
Ætlanin er ikki, at tann nýggi miðilin skal vera ein endurtøka av OZON, hóast hildið verður, at tilfarið í blaðnum sum heild var gott. Størsta broytingin er helst tann, at talan ikki verður um blaðútgávu. Ætlanin er, at miðilin skal vera at finna á internetinum og ikki á prenti. Hartil verður ikki skrivað á norðurlendskum máli, men á enskum.
Hugsað er ikki so nógv um tilfar, men fyriskipararnir, ið hava drúgvar royndir innan miðlaverkstaðir fyri ung í norðurlondum, vænta, at tilfarið fer at líkjast tí í OZON. Spurd, um ætlanin er at seta mørk, soleiðis, at meginparturin av tilfarinum verður um norðurlendsk viðurskifti, svara tey, at hetta als ikki kemur upp á tal.
? Tey ungu skulu hava loyvi til at skriva um tey evni, tey hava hug at skriva um, so leingi tey halda seg innanfyri vanligar etiskar karmar, sigur Turid Marthisen úr Noregi. Hon hevur starvast við miðlaverkstøðum í heili fimtan ár. Hon heldur, at hetta í føroyskum høpi gevur eina góða blanding av til dømis føroyskari mentan og MTV mentan.
Nógvir møguleikar
Av tí at nýggi miðilin verður á internetinum, gevur hann møguleikar fyri ymiskum, ið ikki hevði borið til, um talan var um ein prentaðan miðil. Millum annað nevna fyrireikararnir debatforum og sokallaða chat rás, har til ber hjá fleiri ungum samstundis at møtast yvir landamørk og kjakast um eitthvørt evni ella bert at práta um leyst og fast. Harafturat vísa fyrireikararnir á, at við einum ungdómsmiðli á netinum fer at bera til at hava dagsaktuelt tilfar, tí har ber nevniliga til at dagføra síðuna so ofta redaktiónini lystir.
Bíligt
Afturat øllum, er tað ein sannroynd, at tað er munandi bíligari at hava ein internetmiðil enn tað er at prenta eitt ungómsblað á gott pappír og í litum. Síðani er eisini ein møguleiki fyri at fáa lýsingar á heimasíðuna, um áhugin fyri henni gerst stórur, og serliga eisini, um áhugi somuleiðis verður fyri henni uttan fyri norðurlond. Hesum hava fyrireikararnir góðar vónir um, tí síðan er jú á enskum.
Ætlanin er, at Norðurlandaráðið skal stuðla verkætlanini við peningi, eins og tað hevur gjørt við OZON, men enn er ikki komið so mikið langt, at ætlanin er løgd fram fyri Norðurlandaráðnum. Tó vænta fyrieikararnir ikki, at tað fer at vera nakar trupulleiki at sannføra Norðurlandaráðið um, at talan er um eina skilagóða verkætlan, og tískil eru tey næstan vís í, at tað fer at bera til at fara undir verkætlanina um ikki so heilt langa tíð. Men tó er eitt sindur at fáa upp á pláss áðrenn.
Skiftandi redaktiónsábyrgd
Eins og gjørt varð í OZON verkætlanini er eisini ætlanin at redaktiónsábyrgdin fyri nýggja norðurlendska internetmiðlinum skal ganga uppá skift millum londini, ið eru við. Eftirsum nýggja ætlanin fevnir um øll norðurlond, kemur redaktiónsábyrgdin sjálvsagt at skifta millum fleiri lond enn í OZON verkætlanini, ið einans fevndi um útnorður, tvs. Grønland, Ísland og Føroyar.
Hóast redaktiónsábyrgdin skal skifta millum londini, fer hetta ikki at merkja, at tað bert er tað landið, ið hevur redaktiónsábyrgdina, ið skrivar. Ætlanin er, at tað skal bera til hjá so nógvum ungum í norðurlondum sum møguligt at skriva. Hesi senda síðani tilfarið til landið við redaktiónsábyrgd, har støða verður tikin til, um tilfarið er hóskandi at leggja út á internetsíðuna.
OZON on the net
Fyrireikingarbólkurin hevur enn ikki tikið støðu til, hvat heiti nýggi ungdómsmiðilin á netinum skal hava, men hugsað hevur verið um at kalla hann fyri »OZON on the net«. Orsøkin til hetta navnið er sambært fyrireikarunum, at talan í roynd og veru er um eitt stig víðari á leiðini eftir ungdómsblaðið OZON.
Hvussu leingi føroyski ungdómurin skal bíða eftir at sleppa at skriva og lesa tilfar í nýggja ungdómsmiðlinum á heimsfevnandi internetinum, er ikki greitt enn, men gongst sum ætlað, fer tað ikki at taka drúgva tíð.