Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Markleys Útbúgving, har ung fólk, ið ætla sær at fara undir hægri lesna, kunnu fáa íblástur, vegleiðing og góð ráð um útbúgvingarmøguleikar. Hetta er 10. árið, at føroyskir ungdómar kunnu leita sær kunning um útbúgvingar í Føroyum og úti í heimi.
- Tey ungu tykjast ógvuliga áhugað og vilja fegin vita meir um útbúgvingarmøguleikarnir í øðrum londum enn bara Føroyum og Danmark, sigur Holger Arnbjerg, sum heldur seg merkja, at undanfarnu tiltøkini við Markleys Útbúgving, hava eina ávirkan.
- Alsamt fleiri fara út í heim at nema sær útbúgving. Tað er eisini ein fyrimunur fyri okkum, sum skipa fyri tiltakinum, tí vit fáa fleiri og fleiri føroysk lesandi, sum kunnu vera við á tiltakinum og greiða øðrum ungum frá, hvussu tað er at lesa í einum øðrum landi, sigur Holger Arnbjerg.
Kunning er umráðandi
Endamálið við tiltakinum Markleys Útbúgving er kunna tey ungu um útbúgvingarmøguleikar og at gera tað lættari at fara burtur í onnur lond at lesa. Fyri nógv ung kann tað vera trupult sjálvi at skula finna fram til teir neyðugu upplýsingarnar um útbúgvingarstovnar, bústaðarviðurskifti, stuðulsmøguleikar og so framvegis, og tí eru fleiri ymisk fólk við á tiltakinum hósdagin.
- Vit leggja dent á, at tey ungu skulu verða kunnað upp á ymiskar mátar. Eitt nú hava vit fólk frá vinnulívinum, ið greiða frá, ung, sum í løtuni eru lesandi í onkrum fjarskotnum londum, fortelja hvussu tað er, umframt fleiri onnur, sum fara at vegleiða og kunna tey ungu, greiðir Holger Arnbjerg frá. Hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at fáa fleiri ung út í heim at fáa sær útbúgving.
- Tað hevur verið eitt ynski frá politiskari síðu av, at gera tað fíggjarliga og praktiskt lættari at fara til onnur lond at lesa. Við at fara út í heim hava tey ungu ikki somu lærarar, sama umhvørvið, somu bøkur og so framvegis. Umframt at læra eitt annað mál, fáa hesi ungu ein annan hugsanarhátt og nýggjan íblástur, sum í einast enda gagnar føroyska samfelagnum.
Ein avbjóðing at lesa uttanlands
Holger Arnbjerg heldur, at tað er stóru tørvur á kunning um útbúgvingarmøguleikarnar hjá teimum ungu. Sjálvt um til ber at finna nógvar upplýsingar á internetinum, kann tað lættliga gerast møtumikið.
- Trupulleikin við internetinum er tann, at tað kann vera trupult at tryggja sær, at teir upplýsingarnir, mann finnur um útbúgvingarstovnar, bústaðarviðurskifti og stuðul og annað, eru rættir. Á eini messu sum Markleys Útbúgving er alt tað óseriøsa soldað frá, skilt á tann hátt at her eru útbúgvingarmøguleikarnir meira avmarkaðir enn á internetinum, og tey ungu fáa vegleiðing frá fleiri ymiskum fólkum, sum fegin vilja svara spurningum, greiðir Holger Arnbjerg frá.
Hann dylir ikki, at tað fyri tey flestu er avbjóðandi at fara undir útbúgving úti í heimi, men als ikki nakað, ið skal fáa nakran til at setast aftur.
- Nógv ung hava ferðast ymsastaðni og upplivað nógv, men tað er nakað heilt serligt at fara púra einsamallur til eitt ókent stað, har tú kanska ikki dugir málið og ongan kennir, sigur Holger og heldur fram:
- Tað er tó mín fatan, at teimum ungu í dag dámar væl slíka avbjóðingar, og tey tora væl at royna okkurt nýtt og forkunnugt, tí tey eru væl upplýst, og fleiri av teimum kenna eisini aðrar føroyingar, sum lesa uttanlands, sigur Holger Arnbjerg. Sambært honum skulu vit als ikki bera ótta fyri, at tey ungu, sum fáa sær útbúgving uttanlands, kvetta alt samband við Føroyar, tí so er ikki.
- Út frá mínum upplivingum, so eru vilja útvið 80 prosent av teimum, sum eru undir útbúgving uttanlands, koma aftur til Føroya. Kanska tey ikki koma beinanvegin eftir lokna útbúgving, men fyrr ella seinni velja tey at koma heimaftur. Tey, sum verða verandi uttanlands, kvetta als ikki sambandið við Føroyar. Við nútímans tøkni ber til at arbeiða fyri føroyskar fyritøkur, hóast mann ikki býr í Føroyum, og tað er nakað, sum gerst alsamt meira vanligt, sigur Holger Arnbjerg.
Markleys Útbúgving verður í Norðurlandahúsinum 6. September 2012 kl. 08.30 – 22.00