Føroysk ull er aftur góðkend í ES

Nú ber aftur til at útflyta føroyska ull. Eina tíð hevur føroyska ullin verið fanga í lógarverkinum í ES, men hevur føroyska sendistovan í Brüssel nú fingið loyst málið.

Orsøkin til, at eingin ull fekst av landinum til ES var, at ES krevur at ullin skuldi vera vaksað á vaskaríi, og at djóralækni skuldi vera á staðnum, meðan roytingin fór fram. Hetta letur seg sjálvsagt ikki gera, og tað hevur ES nevndin fult forstáilsi fyri.

Dimmalætting skrivar í gjár, at stranga kravið er slept, og føroyingar sleppa aftur at flyta út ull, við tí kravi ullin er turr og pakkað í tætt pakkitilfar og at ullin verður send beinleiðis til vaskaríið ella góðkent móttøkustað í ES og at sendingin fer fram á ein hátt soleiðis at møgulig smittandi evni ikki spjaðast.

Føroyska felagið Sirri er eitt av teimum, sum hava verið rakt av hesum banninum.