Troyggjurnar av føroyska merkinum Guðrun&Guðrun hava vakt miklan ans úti í heimi, serliga av tí at tann kenda stjørnutroyggjan hevur verið at sæð í donsku sjónvarpsrøðini Brotsgerðin.
Men ikki bara í londunum rundan um okkum hava klæðini hjá Guðrun&Guðrun áhuga. Í nýggjastu bretsku útgávuni av blaðnum Cosmopolitan er mynd av G&G-troyggju at síggja.
Á blaðsíðuni eru myndir av átta útvaldum troyggjum, harav ein teirra er av føroyska merkinum Guðrun&Guðrun. Talan er um G&G-troyggjuna, ið hevur litirnar grátt, ljósareyðtt, brúnt og svart.
Cosmopolitan er eitt av teimum heilt kendu kvinnubløðunum, sum bleiv úgivið í USA fyrstu ferð í 1886, men er síðani útgivið í nógvum øðrum londum. Blaðið er útgivið í Danmark síðani 2006.
Blaðið hevur nógvar lesarar kring allan heim, og tískil eru tað nógv fólk, sum á henda hátt gerast varug við føroysku troyggjurnar.
Fyri at síggja síðuna í Cosmopolitan við troyggjunum trýstir tú her
(Á blaðsíðuni er troyggjan at síggja sum tann mittasta í røðini við fimm troyggjum)










