Um vikuskiftið vórðu dopingroyndir tiknar av 24 føroyskum ítróttarfólkum.
Tað upplýsir Ítróttarsamband Føroya í kvøld.
Síðani 2002 hevur Ítróttasamband Føroya samstarvað við Anti Doping Danmark, ADD, um antidoping arbeiðið í Føroyum. ADD er við í heimsfelagsskapinum WADA, World Anti Doping Agency.
Í 2015 dagførdi WADA sína reglugerð, tað merkti, at bæði danska og føroyska reglugerðin eisini skuldu dagførast. Tann 1. januar í 2016 kom hendan nýggja dopingreglugerðin í gildi í Føroyum. Og 11. april 2016 undirskrivaðu Ítróttasamband Føroya og Andi Doping Danmark nýggja samstarvsavtalu.
Um vikuskifti vóru 24 føroysk ítróttarfólk kannað fyri doping. Tað vóru íðkarar úr Judo, Borðtennis, Badminton og fótbólti, sum vóru kannaði og úrslitið av verður klárt um tveir, tríggjar mánaðir, sigur ÍSF.










