Føroysk ætlan á Sri Lanka

Í farnu viku komu Stella Zachariassen og maðurin aftur av ferð í Sri Lanka. Tey hava verið har í góðar tvær vikur fyri at kanna, hvussu føroyingar beinleiðis kunnu hjálpa teimum, ið komu illa fyri eftir flóðalduna á jólum í fjør.

Á ferðini hevur Stella fingið samband við ein álítandi felagsskap, sum ætlanin nú er at samstarva við um bygging av einum barnaheimi. Henda ætlanin kostar 350.000 føroyskar krónur, og verður nú farið at savna inn pening til hetta.
Miðað verður eftir at hetta skal gerast sum ein serstøk føroysk ætlan, og tí hava fyrireikararnir eisini longu fingið eitt føroyskt flagg, sum skal hangast upp í nýggja barnaheiminum.
- Eg tosaði eisini við tey um at føroyingar vildu koma yvir at hjálpa til við arbeiðinum. Tað vóru tey sera glað fyri, so tá alt er komið uppá pláss, verður meiri at frætta um tað, sigur Stella Zachariassen.
Í einum komandi blaði fara vit at frætta meiri frá ferðini hjá Stellu, Peturi og lítla barni teirra á Sri Lanka, hagani hon er ættað.