Føroysk tónleikakapping avlýst

– Tað er við bløðandi hjarta, at vit mugu boða frá, at Wacken Metal Battle Føroyar er avlýst, siga fyrireikararnir

Ætlanin hevur higartil verið, at tungmálmskappingin Wacken Metal Battle skuldi vera hildin í Sjónleikarahúsinum í Havn 28. mars. Men hetta verður av ongum nú.

– Løgmaður hevur í dag boðað frá, at tiltøk, har fleiri enn 100 fólk samlast, skulu avlýsast, og fíggjarliga ber slett ikki til at avmarka tiltakið til 100 fólk. Somuleiðis fylgja vit eisini tilmælinum um ikki at flúgva óneyðugt, og tí fara vit ikki at flúgva hvørki dómarar ella headlinarar til Føroya.

Tónleikakappingin sá dagsins ljós í Føroyum í 2012, og hevur verið hildin fimm ferðir síðan. Ætlanin var, at ársins tiltak skuldi vera tað seinasta av sínum slag í Føroyum. Orsøkin til hetta er, at so nógv lond nú eru komin við í kappingini, at lond verða løgd saman. Framyvir verða Føroyar, Ísland og Danmark løgd saman sum ein luttakandi eind.

– Tá smittuvandin er av, koma vit sterkt aftur við einum braki! skriva fyrireikararnir.

##med2##