Føroysk tíðindafólk ov vánalig?

Eg hugsi hvønn dag um føroysku tíðindafólkini eru korrupt ella bert ótrúliga vánalig, tað er ongatíð settur spurningur við hvat gera føroysku fólkatingslimirnir, og um tað er til gagns fyri Føroyar og føringar.

Vit kundu tikið eitt dømi: Invalidapensionin, ella sum danir kalla tað »førtidspension«, kann útgjaldast í londum runt um Danmark, t. d. Noreg, Svøríki, men ikki í Føroyum, og hví, tí Jóannes Eidesgaard stemmaði ímóti.
Tá man hugsar um, at hettar ikki hevði kostað føringum eina krónu, tá tað verður danski staturin, sum til eina og hvørja tíð skal gjalda.
Ja hattar kallar man gott arbeiði, føringum at frama.