Føroysk tíðindafólk betri umstøður enn aðrastaðni

Sum tíðindafólk í Føroyum hevur tú betri arbeiðsumstøður enn útlendsku starvsfelagarnir, um tú gagnnýtir gyltu møguleikarnar við Facebook.

Tað heldur danska Update. Gott og væl 25.000 føroyingar eru á Facebook. Tað er gott og væl 52 prosent av øllum íbúgvunum.

Um ein føroyskur journalistur hevur 500 vinir á Facebook, hevur hann beinleiðis samband við eitt prosent av teimum, sum búgva í Føroyum. Ein danskur journalistur skal hinvegin hava 50.000 vinir á Facebook fyri at hava beinleiðis samband við eitt prosent av teimum, sum búgva í Danmark.

Umvegis Facebook kunnu føroysk tíðindafólk, við spurnarkanningum og øðrum, spyrja fleiri prosent av sínum landsmonnum um hugsanir og royndir. Tað er bíligt og lætt, og eitt gott grundarlag at hava, tá tú skal snikka journalistiskar søgur saman, skrivar Update.