Í dag er móttøka í nýggu Etika sushibarrini í Keypmannahavn. Nógv fólk hava nýtt høvi at síggja nýggju Sushi matstovuna, Etika, sum í morgin letur upp í Keypmannahavn. Tað var síðsta summar, at Hotel Føroyar lat upp fyrstu sushi matstovuna í Føroyum, tá Etika á Áarvegnum lat upp. Nú er er konseptið flutt til Keypmannahavnar, har Hotel Føroyar saman við øðrum íleggjarum, í morgin letur upp nýggju matstovuna.
Tað verður kendi danski kokkiurin, Jens Rahbek, er dagligur leiðari í Etika. Hann er kendur sum stovnarin av sushi ketuni Sticks?N?Sushi, eins og hann stovnaði matstovuna Ebisu í Custom House. Men hann vendir hesum baki, fyri at samla seg um spennandi sushibarrina etika í Ny Østergade.










