Føroysk stuttsøga á donskum dansipalli

Undir heitinum Short Stories  Nu med havenisse leggur Dansescenen á Øster Fælled Torv í Keypmannahavn til og við leygarkvøldinum pall til dans í stuttsøgusniði.

 Hetta er fjóru ferð at Dansescenen leggur pall til hetta sniðið av dansiframførslu, men fyri føroyingar er hendan ferðin serliga áhugaverd, tí tann eini koreografurin er Rannvá Káradóttir og afturat sær hevur hon Kristinu Sørensen, ið dansar saman við Rannvá og Seke Chimutengwende úr London.
Temaði á hesi stuttsøgudansiframførslu er kolonihavin, og tí verur nógv gjørt fyri at skapa júst hesa kenslu, við hinbærsodavatn, kafii og kokosmakrónum í steðginum.
Umframt Rannvá Káradóttir eru koreografarnir Odef Graf, Kirstine Kyhl Andersen, Helen Saunders og Kasper Daugaard Poulsen.
Sýningarnar byrja kl. 20 hvørt kvøld