Føroysk steinpláta til útlendskt skip

- Sum vit hava skilt, er hetta ikki ein borðpláta, sum kemur at verða í galluni ella messuni, men á brúnni á nýbygninginum.

Millum tær mongu framleiðslur, sum Føroya Grótvirki í Skopun ger burtur úr føroyskum gróti, eru eisini borðplátur, sum hendan á viðheftu mynd í snøgga Tarvafjósinum í Froðba.

 

Men, nú hava brøðurnir báðir, sum eiga og reka Føroya Grótvirki, Heini og Høgni Tausen, eisini fingið fyrispurning um føroyska borðplátu til ein útlendskan nýbygning í Spania.

 

- Sum vit hava skilt, er hetta ikki ein borðpláta, sum kemur at verða í galluni ella messuni, men á brúnni á skipinum.

 

Heini Tausen sigur, at talan er um eitt útlendskt reiðarí, sum soleiðis velur at gera eitt sindur meira burtur úr brúnni á nýbygninginum.

 

Spurdur, hvussu tað ber til, at eitt útlendskt reiðarí keypir borðplátu úr gróti í Skopun, heldur hann fyri, at onkur helst hevur sæð ting og lutir hjá virkinum á netinum.

 

Brøðurnir eru spentir upp á hesa uppgávu, tí teimum dámar nýggjar og spennandi avbjóðingar, sum tað í hesum førinum er at gera eina borðplátu úr føroyskum gróti til brúnna á einum nýbygningi.