12. mai verður eitt stórsligið gallakvøld í Keypmannahavn. Heiðurslønir verða lætnar bæði sniðgevum og ymsum øðrum aktørum í donsku mótavinnuni. Heilar 15 heiðurslønir verða lætnar í ymsum bólkum. Til dømis verða heiðurslønir givnar besta sniðgeva, besta merki, besta mótafotografi, og so er eisini ársins etniska heiðursløn.
Bæði Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun vóru at finna á listanum yvir tey, ið upprunaliga vóru útvald til tilnevningarnar.
Tað var skipað soleiðis, at umleið seks nøvn vóru í uppskoti til hvørja heiðursløn. Síðani kundu fólk atkvøða á netinum fyri teimum, ið skuldu sleppa víðari til endaligu tilnevningina. Nú eru atkvøðurnar taldar upp, og trý merki ella fólk eru tilnevnd til hvønn prís.
Fyrstafloks føroyskt
Bæði Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun høvdu sera flott show á mótavikuni, sum var hildin í Keypmannahavn fyrst í februar, og bæði merkini fingu eisini nógv rós og góð ummæli fyri mótasýningarnar tá. Og nú gongur enn einaferð sjón fyri søgn, at føroysku merkini ikki smæðast burtur ímillum tey størstu donsku.
Av teimum 15 heiðurslønunum var Barbara í Gongini nevniliga upprunaliga í uppskoti til tríggjar. Hon var bæði tilnevnd til Danish Design Talent of the Year, Danish Brand of the Year og Ethnical Award of the Year.
Guðrun&Guðrun vóru í uppskoti til Ethnical Award of the Year.
At koma so langt má sigast at vera eitt bragd í sjálvum sær, tí danska mótavinnan er á sera høgum støði, og kappingin er hørð. Bara tað, at tær verða nevndar í sambandi við heiðurslønirnar, og at tær eru í uppskoti til at teljast millum ársins bestu, er sera flott og prógvar, at føroysk sniðgeving av álvara verður viðurkend í toppinum á danska mótaheiminum.
Barbara slapp við
Fyri Guðrun&Guðrun merkti atkvøðugreiðslan, sum júst hevur verið á www.danskfashionawards.com, at tær tíverri gjørdust ov stuttar til endaligu tilnevningarnar.
Barbara í Gongini slapp heldur ikki við til endaligu tilnevningarnar í bólkunum Danish Design Talent of the Year og Danish Brand of the Year.
Hinvegin fekk hon nóg nógvar atkvøður til, at hon nú skal kappast við tvey onnur merki um Ethnical Award of the Year. Merkini, hon kappast ímóti, eru Designers Remix Collection og Noir, sum bæði eru sera kend og vælumtókt donsk merki.
Nú fólkið hevur sagt sína hugsan um, hvørji trý skulu vera í uppskoti til hvørja heiðursløn, skal ein dómsnevnd við tjúgu fólkum, sum í høvuðsheitum eru mótajournalistar, gera av, hvørji av teimum tilnevndu hava klárað seg allarbest, og tí skulu kjósast til tey bestu anno 2010.
----------------------------------
Fakta Danish Fashion Awards
- Tiltakið Dansk Fashion Awards hevur verið hildið tvær ferðir áður.
- Heiðurslønahandanin verður 12. mai á Glyptotekinum í Keypmannahavn.
- Endamálið er at heiðra og seta fokus á donsku mótavinnuna.
- 15 heiðurslønir verða handaðar í ymsum bólkum.
- Í fyrsta umfari eru fleiri í uppskoti til hvørja heiðursløn, men ein atkvøðugreiðsla á netinum, har øll kunnu atkvøða, sker talið av tilnevndum til hvørja heiðursløn niður til trý.
- Ein dómsnevnd við 20 fólkum úr donsku mótavinnuni, serliga journalistar, tekur endaliga avgerð um, hvør skal vinna.
- Tiltakið plagar at savna eina rúgvu av kendum dønum, og millum annað handaði Mary krúnprinsessa eina heiðursløn í fjør.
- Í ár er Barbara í Gongini ein av teimum trimum tilnevndu til Ársins Etniska Sniðgevi
- Meiri sæst á heimasíðuni www.danskfashionawards.com
-----------------------------------
Fakta Heiðurslønirnar
Heiðurslønir verða lætnar í 15 bólkum
- Ársins danska merki
- Ársins danska sniðgevaratalent
- Ársins danski sniðgevi av tilhoyri
- Ársins danska klædnaketa (Retail)
- Ársins danski mótafotografur
- Ársins danska lýsingarherferð
- Ársins danski stylistur
- Ársins danski makeup artistur ?
- Ársins danski hárstylistur
- Àrsins danska mannliga modell
- Ársins danska kvinnuliga modell
- Ársins etniski sniðgevi
- Ársins danski sniðgevi
-----------------------------
Myndir: Fáa vit tikið myndirnar, sum vit eisini brúktu til CPH Fashion Week-blaðið í februar? Tað vóru myndir av Barbaru í Gongini og av G&G. Teldan, sum eg hevði tá, er gingin fyri, so eg havi ongar myndir á hesari telduni.. Um tit ikki fáa tikið tær frá tí blaðnum, má eg ganga ígjøgnum mínar 70 mailar, sum eg sendi ta vikuna.. Tað letur seg gera, men verður nakað roksut..
---------------------------
Eina stóra mynd av Barbaru í Gongini.
Myndatekstur:
Barbara í Gongini er í uppskoti til Ethnical Award of the year í sambandi við Dansk Fashion Awards, sum verða handaðir á stórum gallakvøldi 12. mai. Hon var upprunaliga eisini í uppskoti til Danish Design Talent of the Year og Danish Brand of the Year.
---------------------------
Eina minni mynd av G&G
Myndatekstur:
Guðrun&Guðrun rukku akkurát ikki einum endaligum tilnevningarplássi. Tær vóru tó upprunaliga í uppskoti til Ethnical Award of the Year, men seinasta atkvøðugreiðslan á netinum setti fót fyri teirra møguleikum at koma víðari í kappingini.
Kanska vit hartil fáa tikið logo’ið av heimasíðuni og havt tað onkustaðni á síðuni, td í sambandi við faktaboksirnar.
eydnan tlf 50552058, sum nakað skuldi verið