Føroysk/íslendsk jólakonsert

6. desember verður Samuelskirkjan í Keypmannahavn karmur um jólakonsert við føroyska útisetakórinum Mpiri og íslendska kórinum Staka.

Hvørt kórið syngur eina stutta sangskrá á hugnaløtuni, og síðan syngja tey nøkur løg saman. Dirigentar eru Stefán Arason og Gorm Larsen.
Samuelskirkjan liggur á Thorsgade 65 á Norðaru Brúgv í Keypmannahavn. Atongumerki fáast við dyrnar.