Oljuskattur
-Vit hava skilt hetta soleiðis, at nú eru settar so harðar skattareglur fyri fólk frá oljufeløgunum, sum koma til Føroya td. á ein fund, at hesi setast aftur ella fundurin verður hildin aðrastaðni sigur Magni Arge, sum vísir á, at koma t.d. trý oljufólk til Føroya at halda fund saman við føroyingum í tríggjar dagar, so skulu feløg teirra avleggja roknskap til føroyska skattavaldið vegna hesar persónar og syrgja fyri, at teir rinda skatt í Føroyum teir dagarnar teir hava verið her á fundi.
Magni Arge vísir á, at tað man vera eindømi í allari heimssøguni, at man skattar fólk, sum koma á fund í einar tveir dagar. Tað hevur gjørt, at oljufeløgini nú heldur leggja sínar fundir í Danmark og aðrastaðni. Skulu føroyingar á fund við hesi fólkini, so mugu teir fara av landinum. Tískil missa flutningsfeløg, gistingarhús, bilstøðir osfr. ein umsetning av somu orsøk.
-Tað tykist mær at vera skilaleyst, at man ikki hevur í hvussu er eitt bagatellmark, sum sigur, at hesi fólkini kunnu vera í Føroyum í upp til 3-4 vikur ella meira, áðrenn okkara skattamyndugleikar fara at tosa um, at man skal rinda skatt fyri at hava verið í Føroyum.
Hetta er fyrst og fremst ein trupulleiki fyri oljufeløgini sjálvi men hjá eitt nú Atlantic føla tey tað eisini sum ein trupulleika, tí tey eru við í einum avleiddum virksemi. ?Tað er skilaleyst at skula flyta ein part av viðgerðini av málum, sum kunnu fáa týdning fyri okkum, av landinum, ístaðin fyri at hava tey her, leggur stjórin í flogfelagnum aftrat.
Trupulleiki
Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum og formaður í FOIB, sum er samtakið av útlendskum oljufeløgum í Føroyum, viðgongur, at hetta er ein trupulleiki. Hann váttar, at krøvini til at gjalda skatt á henda hátt, merkir, at oljufeløg helst hugsa seg sera væl um, áðrenn man tekur fólk til Føroya.
-Um eitt av okkara fólkum í útlandinum skal til Føroya, og tað kann vera ein, sum einki beinleiðis hevur við virksemi her at gera, men skal til at ráðgeva onkrum ol. og bara skal vera her í ein dag, tá er tað líka lætt, at vit, sum eru í Føroyum, fara onkra aðrastaðni.
Hetta hevur so eisini víðari avleiðingar fyri eitt nú ráðstevnur, sum skulu haldast í Føroyum. Tað hevur annars verið eitt ynski frá føroyskari síðu, at ráðstevnur verða hildnar her heldur enn at føroyingar í stórum tali skulu leita sær til London, Aberdeen oa. til ráðstevnur um okkara egna virksemi. Ben Arabo sigur, at spurningurin er tá, um man raðfestir eina ráðstevnu so høgt, at man vil fylla út sjálvuppgávur og gjalda skatt. Tað ger man onga aðra staðni í Føroyum.
Umsitingarliga verður hetta so tungt, at man hugsar seg væl um, áðrenn fólk koma til Føroya. So tað hevur sera negativa ávirkan viðgongur føroyski oljustjórin, sum fegin sær, at tað, sum hevur við Føroyar at gera, fer fram her.
Skattalógin
Tað er greitt, at greinarnar í skattalógini raka ikki fólk í londum, sum vit hava dupultskattaavtalu við eitt nú Norðurlond. Tí er har eingin trupulleiki. Men vit hava onga slíka avtalu við Bretland. Stórur partur av oljufólkunum koma nettupp úr Bretlandi, og tí rakar greinin meint júst her. Men fram til til 2001 vóru undantøk fyri enskar borgarar. Til tá var ein regul fyri enskar borgarar, sum segði, at man kundi verða her í 30 dagar. Nú hava oljufeløgini tó fingið at vita, at hetta er ikki galdandi longur.
Eitt ítøkiligt úrslit av hesi skattareglu er, at FOIB, samtakið av útlendskum oljufeløgum í Føroyum, sum skal hava fund í næstum fer at halda hann í Keypmannahavn.
Johan Dambjørg Heinesen, leiðari á Kolvetnisskattadeildini í Klaksvík sigur, at teir eru varugir við trupulleikan men heldur hetta ikki vera nakran stóran trupulleika. ?Vit umsita lógirnar og sum er hava vit bara dupultskattaavtalu við Norðurlond. Men tað verður arbeitt við at fáa hana at fevna um Bretland eisini. Tað arbeiðið er á byrjunarstøði og tekur helst nakað av tíð, áðrenn slík avtala verður gjørd. Johan Heinesen heldur annars ikki, at skattafólk renna eftir einum oljufólki, sum kemur til Føroya á ein upplýsingarfund í ein dag. Hann heldur ikki, at talan er um nakran ávísan regul, sum er galdandi.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá skattamyndugleikanum á Argjum.