Føroysk skúlabørn nýta tíbetur ov lítið KT í skúlanum

Í kjalarvørrinnum av PISA kanningini verður gjørt vart við at okkara nýtsla av KT er minni enn í Danmark. Einfalt, okkara børn sita ikki nógv framman fyri telduni í skúlanum

Tað frøir meg, og haldi eg, at vit skulu halda fast í hesum!

Eg vóni, at vit halda fast í eini leið ímóti altjógagerðini og skapa okkara egnu virðir.

Vegurin frá ”filetfabrik til idefabrik” er ikki at eksponera okkara børnum fyri meira KT, men har aftur ímóti at stimbra tey við hugskotsmennandi uppgávum og nýta okkara umhvørvi nógv meiri í undirvísingini.

Góðu tingmenn og kvinnur. Eftir mínum tykki skulu tit gera eina skilagóða íløgu í tað, sum er í millum oyrini og ikki so nógv í tað, sum er ímillum oyggjarnar!

Nýtið eina milliard upp á undirvísing og royn at traðka nýggjar leiðir, tí tann, ið bert traðkar í fótasporum annan mans kemur aldri fram um hin. Eru vit nøgd við at verða aftast ella vilja vit verða fremst?