Føroysk sjómannsmøtir í Hirtshals

Síðan føroyska sjómannsstovan Malta lat upp í 1982 hevur hon virkað sum ein »føroyskur klettur í donskum sjógvi«.

Á Malta vera møtir hildin regluliga. Mikukvøld er bønar- og uppbyggingarmøti , hóskvøld ungdómsmøti og sunnudag morgunmøti, sunnudagsskúli og evangeliskt møti. Tað verður lagdur stórur dentur á felagsskapin, og tá møti er á Malta er altíð ein drekkamuður at fáa aftaná.

Tað búgva umleið 800 føroyingar í Hirtshals, og 12 nótabátar, sum eru heimahoyrandi í Hirtshals eru mannaðir við føroyskum sjómonnum. Hóast Malta er ein sjómansstova, so eru tað ikki bert sjómenn, sum koma til møtini, og Malta er í dag ein samkoma fyri føroyingar sum búgva í Hirtshals.

Eisini venda fólk sær til Malta við ymiskum trupulleikum og hava fingið hjálp við at finna arbeiði og búðstað. Eisini hevur Malta verði karmur um jarðarferðir, brúdleyp og føðingardagar.


Skagerak-fundir

Skagerak-fundirnir verða sum sagt í hølunum hjá Cosmos Trawl í »Østerhavnen«. Í ár er tað 18. árið at møtini vera hildin og verða møtini 1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30. Hóast møtini serliga venda sær til sjómenn eru øll vælkomin, og áftaná møtið verður ein hugnaløta við drekkamunni.