Manningarnar á føroyskum farmaskipum skulu hava tríggjar høvuðsmáltíðir um dagin. Tað skal vera nokk av mati og maturin skal lagast til átrúnaðarligu og mentanarligu sannføringini hjá manningini.
Alt hetta stendur í eini nýggjari kunngerð, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at seta í gildi í summar.
Hetta er ein kunngerð, sum verður sett í gildi eftir altjóða krøvum í MLC sáttmálanum fyri sjófólk og hetta er ikki galdandi fyri fiskiskip og frítíðarskip.
Men tað merkir, at nú fáa sjófólk lógartryggjaðan rætt til góðan og ordiligam mat umborð.
Í kunngerðini stendur, at maturin umborð á føroyskum skipum skal verða settur saman soleiðis, at tað neyðuga innihaldið av eggjahvítaevni, fiti og kolhydratum saman við vitaminum, miniralum og saltum er í kostinum.
Harafturat skal maturin verða so fjølbroyttur sum gjørligt og hann skal taka seg væl út, sum tað stendur í kunngerðini.
Harafturat skal hann setast saman og tillagast, bæði eftir veðurlagnum og eftir átrúnaðarligu og mentanarligu sannføringini hjá manningini.
Umframt tær tríggjar høvuðsmáltíðirnar um dagin, skal manningin minst hava ein millummála og tað skal vera nokk av mati til at øll manningin verður mett, stendur í kunngerðini.
Men um tað verður so fínt sum á myndini, skal kortini vera ósagt