Føroysk savnsfløga á veg

Fríggjadagin 1. november kemur ein føroysk savnsfløga út á marknaðin. Talan er um Popp List, sum 3´arin og Tutl útgeva saman. Ætlanin er, at henda fløgan skal verða tann fyrsta í eini røð av Popp List fløgum.
Við á fløguni eru nakrir av bólkunum, sum hava gjørt vart við seg í Føroyum. Bæði nú í seinastuni og fyri nøkrum árum síðani. Nevnast kunnu Lena Andersen, Taxi, Clickhaze, Brandur Enni, Mark No LImits, Dagfinn og Impulz, Frændur, Enekk og Stanley Samuelsen.